Týsdagurin 29. mars var ikki nakar heilt vanligur arbeiðsdagur hjá Helenu Dam á Neystabø. Snøggu og mótarættu klæðini, sum hoyra landsstýrissessinum og sjónvarpsskíggjunum til, vórðu eftir á hillini hendan morgunin, og ístaðin var farið í góð útiklæði, ið annars meira verða verða nýtt um kvøldarnar og um vikuskiftini. Tí hóast starvið er á skrivstovu, dámar landsstýriskvinnuni væl í náttúruni.
Tað var longu í umbúna, at vitjanir til ymsar verkætlanir innan fólkaskúlan skuldu gerast, og tá landsstýriskvinnan kom at sita undir liðini á Jón Kragesteen á fundi, har lærarar og landsstýriskvinnan vóru millum luttakararnar, var skjótt at gera eina avtalu um, at 2. A skuldi hava ein nýggjan næming fyri ein dag.
Og illa kann sigast annað, enn at nýggi næmingurin var bergtikin av sínum skúladegi í gomlu Hoyvíkini, sum hesa ferð var útferðarmálið hjá flokkinum.
– Hetta var ein fantastiskur túrur. Og ikki minst var tað ótrúligt at síggja, hvussu engagerað og hugagóð børnini vóru.
– Vit gingu fyrst eina góða løtu, men longu her var sjónligt, at frálæran á ongan hátt varð løgd á hillina. Næmingarnir lósu millum annað upp vegaskeltini, sum vit gingu framvið, og tá vit so skuldu við bussinum til Hoyvíkar, skuldu tey sjálvandi duga at lesa seg fram til, nær og við hvørjum bussi hetta skuldi vera.
– Komin til ferðamálið varð flokkurin býttur í bólkar, og skjótt høvdu tey skipað seg bæði væl og virðiliga, soleiðis at tey kundu fara til verka. Nøkur teirra skuldu í fjøruna at finna ymisk djór, ið har vóru. Onnur skuldu hjálpa til við at kóka súpan, sum vit fingu at eta, og tá skuldi bæði vigast, lesast og roknast, soleiðis at uppskriftin varð fylgd. Uppaftur onnur skuldu syrgja fyri, at bálið til matgerðina varð gjørt á forsvarligan hátt, og soleiðis kundi eg hildið á fram. Í flestøllum lutum var læra og logikkur innbygdur partur av stuttleikanum og upplivingini. Tekning, skriving og sangur var eisini partur av degnum. Legg hartil søgu, mentan og tað at undrast og fata afturat. Alt eginleikar, sum eru partur av teirri menning og búning, sum er við ti lat brynja børn og ungdóm okkara til framtíðar avbjóðingar.
– Nú endaði mín dagur longu um hálvgum eitt tíðina, tí eg noyddist at fara víðari á ein fund, so eg fekk ikki verið partur av uppfylgingini. Men sum eg havi skilt tað, so er undirvísingin eisini skipað soleiðis, at arbeitt verður víðari aðrar dagar við tí, sum børnini læra og uppliva, tá útiskúlin er á skránni.
– Umframt bókligu førleikarnir, sum altso eru partur av slíkum útiskúla, so má eg eisini leggja afturat, at eg var imponerað av, hvussu væl næmingarnir dugdu at skipa seg, og at mest sum ongar ósemjur vóru. Tað eru ivaleyst eisini aðrir lutir, sum spæla inn í hesum, men eg ivist onga løtu í, at vikuligi útiskúlin eisini er við til menna hendan partin, sigur Helena Dam á Neystabø at enda.
- - -
Meira av tí sama er ikki nokk
Landsstýriskvinnan í mentamálum heldur, at tað er av ovurstórum týdningi, at vit finna fram til, hvørjar broytingar í skúlagongdini gera bestan mun
Fyrst og fremst heldur Helena Dam á Neystabø, at nógv av atfinningunum, sum verða førdar fram mótvegis føroyska fólkaskúlanum, eru alt ov harðar.
– Tey flestu er væl samd um, at vit eiga at leggja nógv fyri í royndini at betra um fólkaskúlan. Men í nógvum førum eru atfinningarnar ein beinleiðis niðurgerðing av tí velduga arbeiðinum ,sum verður framt í fólkaskúlanum. Tí har eru veruliga ein hópur av eldsálum, sum leggja lív og sál í sítt arbeiði, sigur Helena Dam á Neystabø.
– Hinvegin er eingin sum helst ivi um, at vit skulu betra enn meira um føroyska fólkaskúlan, og her eru vit í løtuni partur av eini tilgongd, har vit vilja finna bestu hættirnar at fremja broytingar. Eitt, sum hevur verið ført fram, er, at vit mugu hava fleiri tímar á tímatalvuna, men eg haldi sjálv, at meira av tí sama er ikki nóg mikið. Tað stimbrar kanska teimum, sum longu standa seg væl, men tað er ikki víst, at tað er loysnin upp á fleiri aðrar trupulleikar, sum vit skulu loysa.
Helena vísir á, at eitt nú í Finnlandi hava tey færri tímar enn føroyskir næmingar hava, men kortini er Finnland støðugt í oddinum, tá Pisa-kanningar verða gjørdar, og at føroyingar tí ivaleyst kunnu læra nakað av finska skúlanum.
Ein vitjan í Finnlandi er eisini partur av skránni hjá landsstýriskvinnuni komandi vikurnar, men eisini her heima er hon nú á ferð kring landið, har hon roynir at fáa eina fatan av ymsu verkætlanunum, sum verða gjørdar.
– Í so máta ivist eg onga løtu í, at útiskúlin í Kommunuskúlanum er ein av fleiri gongdum leiðum. Eg taki fult undir við teimum, sum hava ført fram, at rørslur í sjálvum sær fremja evnini til at læra. Og kundu vit øll syrgt fyri, at børnini fingu góðan morgunmat og gjørdu morgunfimleik hvønn dag, hevði tað í sjálvum sær helst loyst nógv.
– Men tað er sjálvandi eisini øgiliga nógv annað, sum eisini spælir inn, og í Føroyum sakna vit í alt ov stóran mun grundarlag, uppfylging og samanbering av ymsu verkætlanunum. Eg eri kunnað um, at tey í Kommunuskúlanum fylgja eitt nú útiskúlaflokkinum við lesikanningum, og eg havi biðið um, at vit í Mentamálaráðnum fáa avrit av teirri uppfylging, sum verður gjørd. Tí tað er altavgerandi, at myndugleikarnir hava best møguliga grundarlagið at byggja á, tá avgerðir verða tiknar um skipanina av føroyska fólkaskúlanum, sigur Helena Dam á Neystabø.
- - -
Læra í náttúruni
2. A í Kommunuskúlanum í Havn er ikki sum flestir aðrir flokkar. Rørsla og ítróttur hevur verið partur av tímatalvuni síðani skúlabyrjan, og hvørja viku er ein dagur settur av til útiskúla – líkamikið, hvussu veðrið skikkar sær
Boðini til foreldrini eru greið. Týsdag hava børnini ein góðan matpakka, okkurt heitt at drekka og annars góð klæði. Alt eftir ættini ger flokslærarin, Jón Kragesteen av, hvagar leiðin gongur á degnum, og so verður roknað, lisið og lært í náttúruni, sum eisini er kring høvuðsstaðin.
Útiskúlin er eins fastur partur av tímatalvuni, sum føroyskt og rokning eru tað, og flokslærarin tykist fegin um, at skúlaleiðslan játtaði at ganga hugskoti hansara á møti.
– Eg var sjálvur í Noreg eitt tíðarskeið, og tá sá eg, hvussu væl ein útiskúli riggar. Serliga um veturin kann veðrið vera illfýsið har á leiðini, men hetta var ongan tíð nakað, sum nervaði børnini. Góð klæði eru sjálvandi fortreytin, men tá børn og foreldur hava lært hetta, er veðrið eingin trupulleiki, sigur Jón Kragesteen.
– Tá hann fyri góðum tveimum árum síðani byrjaði sum lærari á Kommunuskúlanum, royndi hann at skipa ein útiskúla við einum flokki, og tá hann í 2009 gjørdist flokslærari hjá núverandi 2. A, gjørdist útiskúlin ein skipaður partur av skúlagongdini. Ein skúlagongd, har rørslur og ítróttur rúgva meira, enn vanligt er á tímatalvuni. Soleiðis høvdu børnini tveir eyka tímar við ítróttarkunning fyrsta skúlaárið, umframt at skipa talvfrálæra eisini stóð á tímatalvuni tá.
– Bara rørslan í sjálvum sær er sjálvandi sunn, men tað er jú ikki nóg mikið, at vit bara fara út við flokkinum. Tað eru sjálvandi nógvir ymsir hættir, sum hetta kann skipast eftir, og fyri mítt viðkomandi er íblásturin í stóran mun komin úr skótarørsluni. Hon spratt á sinni, tí Baden Powell helt, at stórbýarbørn høvdu alt ov lítið samband við náttúruna, og tí lærdu ov lítið. Og var tað støðan í 1907, so er tað væl neyvan minni aktuelt í dag, heldur Jón Kragesteen.
Stimbran av alskyns slag
Eitt er, at børnini í útiskúlaflokki røra seg meira enn fleiri av javnaldrunum. Annað er eisini, at nógv bendir á, at hetta er við til stimbra innlæringini.
Tað eru sjálvsagt nógvar ymsar ástøðir innan pedagogikk, men ein teirra er tann hjá Dunn & Dunn. Her verður millum annað sagt, at stimbran gjøgnum umhvørvið, kenslur, sosialan felagsskap, rørslur og sálarfrøði eru av stórum týdningini fyri innlæring og evni at hugsa sjálvstøðugt, og ikki kann sigast annað enn, at ein útiskúli í ovurstóran mun stimbrar tey fimm høvuðsøkini, sum verða nevnd í ástøðini hjá Dunn & Dunn.