Lars Olsen hevur eftir at hava verið saman við føroyskum fótbóltsspælarum nakrar ferðir síðani ársskiftið gjørt av, hvørjir 22 skulu taka lut í venjingarleguni, sum landsliðið um mánaðarskiftið skal á suðuri í Spania.
Tað var ikki sørt, at tað vakti ans, tá ið úttøkan varð almenn, at eingin á meistaraliðnum hjá B36 varð boðsendur at koma við á venjingarleguna hjá landsliðnum.
Súni Olsen og Atli Danielsen hava verið fastir menn á landsliðnum, og Høgni Eysturoy, Símun Joensen og Meinhardt Joensen hava luttikið í landsliðsvenjingum síðani ársskiftið.
Stutt eftir at listin við nøvnunum á teimum, sum vóru úttiknir, var kunngjørdur, vísti tað seg, at eitt navn varð gloppið burtur ímillum. Talan var um Atla Danielsen, sum stóð í yvirlitinum í brævinum, ið spælararnir fingu frá FSF, men sum í fyrstu atløgu ikki var á listanum, ið sást á heimasíðuni.
Síðani er hetta rættað, og harvið eiga meistararnir í B36 eitt umboð í landsliðshópinum, og tað er Atli Danielsen.
Í fjør var Odmar Færø sannur brandur í miðverjuni hjá B36. Brian Kerr metti kortini ikki, at Odmar var nóg góður at spæla á landsliðnum. Nú er Odmar Færø farin til Skotlands at lesa, og nú hevur Lars Olsen sent boð eftir honum um at vera við í landsliðsfyrireikingunum. At Odmar verður við á venjingarleguni fer at geva venjaranum høvi at taka bestikk av, um verjuspælarin er eins væl fyri nú, sum hann var tað í fjør.
Avboðini í Føroyum
Onkrir av teimum, sum hava verið fastir menn á landsliðnum, og sum framvegis mugu metast sum góð boð upp á pláss millum teir fyrstu ellivu, eru ikki á 22 manna listanum hjá Lars Olsen.
Ein teirra er B36 spælarin Súni Olsen. Hann hevur givið avboð, tí landsliðsferðin hesa ferð ikki passar saman við læraraútbúgvingini hjá honum.
Ein annar, sum hevur givið avboð, er Símun Samuelsen. HB spælarin var nógv skaðaplágaður í fjør, og hann hevur heldur ikki síðani ársskiftið verið førur fyri at venja við fullari ferð. Sum tað skilst, so passar landsliðsferðin til Spania júst nú heldur ikki saman við bankaútbúgvingini hjá Símuni.
Fróði Benjaminsen var liðformaður á landsliðnum síðstu undankapping. Fróði er ikki á listanum hjá Lars Olsen hesa ferð. Í heyst segði Fróði seg ivast í, um hann framvegis fór at vera tøkur til landsliðsfótbólt. Nú hevur hann boðað frá, at hann er tøkur hjá venjaranum. At Fróði ikki fer við niður til Spania kemst av, at hann í vetur hevur verið burturstaddur í arbeiðsørindum, og tískil ikki er komin so langt í venjingini, sum hinir eru tað. Eingin ivi er kortini um, at Fróði, um hann aftur í ár verður á støðinum, sum hann hevur verið, fer at fáa møguleikan á miðvøllinum hjá Lars Olsen.
Ein fjórði spælari, sum hevur verið í landsliðshópinum síðstu árini og sum ikki er við hesa ferð, er Christian R. Mouritsen, sum í fjør spældi við íslendska Vali, men sum nú er í HB. Christian varð fyrr í vetur skaddur í knænum. Skaðin er so mikið álvarsligur, at Christian framvegis ikki fær vant saman við liðfeløgunum, og tí er hann sjálvandi ikki tøkur til landsliðsavbjóðingina.
Avboðini uttanlands
Tað hevur aftur og aftur verið sagt, at tað hevur alstóran týdning fyri menningina av landsliðnum, at føroyskir spælarar royna seg í útlendskum feløgum og helst í fremstu røð.
Seinnu árini hevur tað verið longri millum føroyingar í fremstu røð í europeiskum kappingum, tá ið sæð verður burtur frá Christian Lamhauge Holst og teimum trimum, sum í fjør spældu í Vali – Jónas Þór Næs, Pól Jóhannus Justinussen og Christian R. Mouritsen.
Burtursæð frá Jónasi er eingin av hesum á listanum hjá Lars Olsen.
Pól Jóhannus er fult og heilt fokuseraður á at vinna sær pláss á besta liðnum hjá AaB. Um tað eydnast, eigur tað at koma væl við hjá Lars Olsen og landsliðnum.
Christian Lamhauge Holst er ein av lyklaspælarunum í Silkeborg IF, sum heldur vetrarfrí á sætta plássi og droymir um møguleikan at luttaka í europeisku kappingini eftir summarsteðgin, samstundis sum tað verður undirstrikað, at møguleikin at flyta niður framvegis spøkir.
Christian Lamhauge Holst hevur verið væl upplagdur í venjingardystunum seinastu vikurnar. Í 5-0 sigrinum ímóti Viborg skoraði hann tvey mál, og í 4-2 sigrinum á Randers skoraði hann eina ferð. Mánadagin fara Christian Lamhauge Holst og Silkeborg IF á venjingarlegu í Turkalandi, og tá eru tveir venjingardystir á skránni. Tann fyrri er ímóti liði úr bestu deildini í Ukreina, og hin er ímóti Tromsø í norsku tippuliguni.
Triði útisetin, sum átti at verið upplagt val hjá landsliðsvenjaranum, er Gunnar Nielsen. Ungi málverjin er framvegis í Manchester City, men hann er framvegis plágaður av skaða, sum ger, at hann ikki verður førur fyri at venja aftur fyrr enn í fyrsta lagi eina ferð seint í vár.
Nýtt ættarlið
Teir 22, sum Lars Olsen hevur boðsent at koma á venjingarleguna í Spania, eru hesir:
Kristian Joensen, NSÍ, Atli Danielsen, B36, Jústinus R. Hansen og Jann Ingi Petersen, B68, Arnbjørn Hansen, Pætur Dam Jacobsen og Rene Tórgarð, EB/Streymur, Hallur Hansson, HB, Jákup Mikkelsen og Bogi Løkin, ÍF, Hjalgrím Elttør, KÍ, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen, Sølvi Vatnhamar og Erling Jacobsen, Víkingur, Jóhan Troest Davidsen, Århus Fremad (DK), Viljormur H. Davidsen, FC Fyn (DK), Daniel Udsen, Elite 300 (DK), Jóan Símun Edmundsson, Newcastle United (ENG), Odmar Færø, Keith FC (Skotland), Rógvi Baldvinsson, Ålgård (Norge) og Jónas Þór Næs, Fremad Amager (DK).
Sjey av teimum 22 umboða útlendsk feløg. Talan er kortini ikki um feløg í fremstu røð. Jóan Símun Edmundsson er sjálvandi serliga áhugaverdur. Hann venur í Newcastle og eigur harvið at vera rættuliga væl fyri.
Jóhan Troest Davidsen, Viljormur H. Davidsen, og Daniel Udsen venja við feløgum í triði bestu donsku deildini, og tað ger Jónas Þór Næs eftir øllum at døma eisini, nú hann er skrásettur at hoyra heima í Fremad Amager og ikki í íslendska Vali.
Sølvi Vatnhamar og Hanus Jacobsen í Víkingi og Pætur Dam Jacobsen í EB/Streymi eru nýggir í landsliðshøpi, og Erling Jacobsen, Jann Ingi Petersen og Bogi Løkin tykjast hava fingið nýggjan møguleika, eftir at teir ikki vóru so nógv við, tá ið Brian Kerr hevði leiðsluna.
Felags fyri fleiri av ungu monnunum er, at teir hava royndir frá yngru landsliðunum, og nú fáa teir møguleikan at vísa, um teir eru búnir til størri avbjóðingar. Tað snýr seg eitt nú um Viljorm H. Davidsen, Kristian Joensen, Hallur Hansson, Rógva Baldvinsson og Odmar Færø.
Landsliðið fer at landinum leygardagin 25. februar, og flogið verður til hús aftur sunnudagin 4. mars.