Hetta er fyrsta stigið til at yvirtaka alt málsøkið

- Ætlanin var at yvirtaka alt málsøkið sum tað var, men vit hava møtt nøkrum avbjóðingum á vegnum, sum ger, at vit mugu ásanna, at avtaluna við Schengen fáa vit ikki rørt, sigur Poul Michelsen, uttanríkismálaráðharri.

 

Hann sigur, at føroyingar ynsktu at fáa eftirlit av markinum, men tað gekk ikki.

- Danska stjórnin hevur verið hjálpsom, men vit hava roynt at greiða Schengen frá, at vit hava tørv á at hava eftirlit við markinum sjálvi, men um broytingar skulu gerast, skulu øll limalondini í Schengen atkvøða um tað, og tað bar ikki til, sigur Poul Michelsen, sum eisini ásannar, at spurningurin um Brexit eisini hevur órógvað samráðingarnar nógv.

 

Eisini viðvíkjandi útlendingamálum eru onkur øki eftir, sum ikki eru yvirtiknar. Poul Michelsen sigur, at nú vit hava yvirtikið familjusamanføringar og arbeiðsloyvi, so hava vit yvirtikið um 80 til 90 prosent av øllum útlendingamálum, sum yvirhøvur verða viðgjørd í Føroyum.

- Nú kunnu vit seta aðrar treytir, umframt tær treytir, sum eru í lógini í dag, millum annað eitt krav um føroyskan kunnleika, sigur hann.

 

- Nú kunnu vit avgreiða málini á sovorðnan hátt, at vit fáa innlit í sjálvi málini, eru við til at viðgera tey og grundgeva fyri, hví málini eru soleiðis háttað. Í dag eru vit bara hoyringspartnari, sigur Poul Michelsen.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna við Poul Michelsen á FM1.