- Tað er hugaligt at grindamenn taka so væl undir við avgerðini um, at teir nú skulu á skeið fyri framhaldandi at fáa loyvi til at avlíva hval.
Tað heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í hvalaveiðimálum, nú myndugleikarnir eru farnir at skipa fyri skeiði kring landið í at brúka nýggja grindareiðskapin, blásturkrókin og mønustingaran.
Í farni viku var skeið í Suðuroy og har vóru yvir 200 fólk møtt at fáa sær prógv sum løggildur grindamaður.
Tá staðfesti Jacob Vestergaard, at nú er grindareglugerðin broytt soleiðis, at nú blásturkrókurin og mønustingarin, sum er lógligur grindareiðskapur.
Og hann heldur, at tað er eitt stórt frambrot.
Og samstundis er tað nú eitt krav, at frá 1. mai skulu allir grindamenn hava verið á skeið í at brúka mønustingara og blásturkrók.
Teir, sum eru á skeið, fáa so prógv fyri, at teir hava verið á skeiði og einans grindamenn við prógvi, sleppa at avlíva hval.
Skeiðini eru lagað so smidliga til sum gjørligt, tey vara einar tveir tímar, har grindamenn fáa kunning um lívfrøðina hjá hvali, hvussu blásturkrókur og mønustingari virkar o.s.fr.
Jacob Vestergaard sigur, at allastaðni, har føroyingar eru, tilskila vit okkum rætt til at gagnnýta tilfeingið í havinum, eisini havsúgdjór.
Hann sigur, at tað er ikki ein sjálvsagdur rættur longur. Men hann ger samstundis púra greitt, at tað er ein rættur, vit halda fast við, og sum vit fara at halda fast við.
Hinvegin hava vit skyldu til at avlíva hvalin so skjótt og pínuleyst, sum tilber, leggur hann afturat.
Tað var eitt ramaskríggj summastaðni, tá ið tað kom fram einaferð í fjør, at nú skuldi grindamenn á skeið fyri at sleppa at avlíva hval.
Tað var mestsum sligið upp í glens, men síðani hava fólk sissað seg aftur og skeiðini hava fingið sera góða undirtøku við tað, at nú eru tað 1380 grindamenn kring landið, sum hava verið á skeið og hava fingið prógv.
Higartil hava skeið verið í Havn, í Klaksvík, í Vágum, í Runavík og í Suðuroy.
Í kvøld verður skeið í Sundalagnu, mikudagin verður skeið í Sandoy, í næstu viku verður skeið í Vestmanna og 23, mars verður aftur skeið í Suðuroy.
- Vit halda skeiðini fyrst og fremst fyri okkara egnu skyld, tí eg veit, at vit vilja fara væl við djórunum, vit gagnnýta, sigur Jacob Vestergaard.
- Men vit vilja eisini vísa umheiminum, at vit avlíva djórini so skjótt og pínuleyst, sum gjørligt.
Jacob Vestergaard ásannar, at tá ið broytingar verða settar í verk og nýtt skal setast í verk, er tað natúrligt, at tað elvir til mótstøðu.
Tí fegnast hann um, at skeiðini hava fingið so góða undirtøku. Hann heldur, at tað er tí, at nógv tey flestu samd um, at vit eiga at avlíva hvalin og skjótt og pínuleyst sum gjørligt.










