Hetta er fullkomiliga átaluvert

Tað ber kki til at onnur gera Føroyar tl eitt bumbumál og nú mugu vit verða vaksin, heldur Høgni Hoydal

Skal ein radari setast upp í Føroyum, kunnu vit seta hann upp sjálvi og reka hann sjálvi. Og so kunnu vit samráðast við Nato, ella onnur, um at fáa upplýsingar frá honum.

Tað heldur Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, og formaður floksins, nú danska stjórnin er samd um at seta ein hernaðar-radara upp í Føroyum.

Hann sigur, at tann greiða støðan hjá Tjóðveldi, at eingin skal brúka okkara land, okkara loftrúm og okkara sjóøki til nakað, uttan at tað er í samráðingum við okkum.

Høgni Hoydal heldur, at mannagongdin, sum er brúkt í hesum máli, kann als ikki góðtakast, tí her er talan um, at danska stjórnin hevur samráðst við Nato og USA um at seta ein radara upp í Føroyum - uttan at vit eru kunnað um tað upp á nakran máta og enn minni hava verið við í samráðingunum.

Hann sigur, at hetta er ein taktikkur hjá donsku stjórnini, sum eisini hevur til endamáls at sleppa undan at rinda til Nato og fyri at sleppa uttan tí, hava teir gjørt Føroyar og Grønlands til eina handilsvøru, og hava selt okkum til Nato.

Og hann skilur ikki, at landsstýrið bara situr hendur í favn ímeðan danska stjórnin brúkar okkum sum handilsvøru í Nato.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví formaðurin í Tjóðveldi heldur, at føroyingar hava málað seg upp í ein krók og hví framferðin hjá landsstýrinum hevur gjørt okkara samráðingarstøðu nógv verri enn hon annars hevði verið