Hetta er eitt undur í sær sjálvum

– Tað er tí, at føroyingar hava verið so lýdnir sigur Jenis av Rana

– At vit kunnu standa her, og verða so avslappað sum vit eru, er eitt undur í sær sjálvum.

Tað segði Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, á tíðindafundi um korona í gjár.

Jenis av Rana er eisini lækni og hann staðfesti, at støðan í Føroyum kundi verið so nógvar ferðir verri enn hon er.

Og hann sigur, at heiðurin fyri tað eiga føroyingar, sum hava verið so lýdnir, tá ið myndugleikarnir hava sett tiltøk í verk.

Men føroyingar hava tikið hetta í fullum álvara, sigur hann, tí longu áðrenn myndugleikarnir komu við ymsum tilmælum, høvdu føroyingar longu, av sínum eintøkum, longu sett fleiri tiltøk í verk.

– Øll møgulig tiltøk vórðu longu avlýst, áðrenn myndugleikarnir komu við sínum tilmæum, segði Jenis av Rana.

Tað hevur verið avgerðandi fyri at tálma smittuspjaðingini, legði hann afturat.

Hann sigur, at endamálið er at tálma smittuspjaðingini, tí hepnast tað, eru góðar vónir um at vit at koma væl burtur úr tí, samstundis sum at vónin er, at smittuvandin fjarðar burtur so hvørt summarið nærkast.

Ein høvuðsorsøk til, at vit hava so gongdin er so fræg í Føroyum, er tann, at eftir fólkatalinum eru vit tað landið í heiminum, sum  ger nógv mest burtur úr at kanna fólk fyri korona.

 

##med2##

Sum talvan oman fyri frá »our world in data« vísir, eru vit tað landið í øllum heiminum, sum gera nógv best burtur úr at kanna fólk, og úrslitið av tí er so eisini, at vit fáa fatur á nógvum av teimum, sum eru smittað, soleiðis at tey kunnu verða sett í sóttarhald.

Serfrøðingar halda eisini, at lutfalsliga eru tað væl færri fólk í Føroyum, sum ganga við smittuna, uttan at vita av tí, enn í øðrðum londum.

Jenis av Rana vísir á, at nógvir føroyingar hava verið uttanlands, og nógvir gjørdu av at verða verandi uttanlands.

Men nógvir eru eisini komnir heim og við tí hava teir forða fyri, at Føroyar sita í sama trupulleika sum nógv onnur lond eru í. Og tað er, at nógvir av teirra ríkisborgarum eru strandaðir í fremmandum londum, og nú leggja tey stóra orku í at fáa heim.

Samstundis heitti Jenis av Rana á allar føroyingar um at hugsa um tey fremmandafólk, sum eru í Føroyum. Tey skilja ikki føroyskt og tí skilja tey ikki, hvat gongur fyri seg og tí eiga vit eisini at hugsa um tey, segði landsstýrismaðurin.

Og hann minti eisini arbeiðsgevarar á, at tann hjálparpakkin, Løgtingið hevur samtykt, er eisini galdandi fyri útlendska arbeiðsmegi í Føroyum – og hann heitti arbeiðsgevarar um at kunna tey um tað.