– Hvat í himmalsins navni skulu vit gera í Norðurlandaráðnum, tá ið tey ikki vilja hava okkum.
Tað er spurningurin, Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur sett sær eftir tað, sum er farið fram seinastu dagarnar.
Norðurlandaráðið hevur enn einaferð sýtt fyri at ganga eini umsókn frá føroyingum um at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, á møti, tí at vit ikki eru ein sjálvstøðug tjóð.
Vit bjóða okkum fram, og vit bjóða okkum til at rinda fyri okkum sjálvi, men tey vilja ikki hava okkum við, so er spurningurin, hvat vit yvirhøvur skulu vera í Norðurlandaráðnum til, sigur Poul Michelsen.
Vit fáa alla tíðina at vita, at trupulleikin er, at trupulleikin er, at vit eru ikki ein sjálvstøðug tjóð.
– Sostatt er hetta gjørt til ein trupulleika ímillum Føroyar og Danmark, og tað er ein spurningur, vit mugu taka upp, sigur Poul Michelsen
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat Poul Michelsen heldur um avgerðina hjá Norðurlandaráðnum um ikki at ganga umsókn okkara um sjálvstøðugan limaskap, á møti