– Vit arbeiða framvegis við ymsum loysnum, men hetta er eitt ringt mál at fáa semju um. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum og í landbúnaðarmálum, Helgi Abrahamsen.
Síðani ferðafólkastreymurin av álvara fór at taka seg upp, hevur verið tosað um at fáa nýggjar reglur fyri rættin hjá fólki at fara í hagan. Men enn hevur tað verið úrslitaleyst, tí sjónarmiðini eru so ymisk.
Helgi Abrahamsen sigur, at tann stóra ósemjan snýr seg um rættin hjá fólki at fara í hagan, og tað er tann knútin, hann roynir at loysa í samráð við allar partar.
Og áhugamálini eru ógvuliga ymisk og tann stóra ósemjan er um, hvør skal gera av, hvør skal sleppa í hagan, hvør skal sleppa í hagan ókeypis, og hvør skal rinda fyri at sleppa í hagan.
Øðrumegin standa tey, sum vara av ferðavinnuni, og tey, sum plaga at ganga í fjøllunum, og tey tvíhalda um, at tað eigur at verða ókeypis hjá fólki at fara í hagan. Hinumegin standa bøndurnir, har fleiri bøndur ikki vita vita av hvørsmansrættinum at fara í hagan. Summir bøndur vilja taka pengar frá fólki fyri at fara í hagan, arðir halda, at tað skal vera ókeypis hjá føroyingum, men at útlendingar skulu rinda.
Helgi Abrahamsen sigur, at hann roynir at finna tann gylta millumvegin, ella eina neyðsemju, sum øll kunnu liva við. Í upprunaliga uppskotinum var grundtankin, at hvørsmansrætturin skuldi vera gangandi, soleiðis at fólk skulu hava rætt til at fara í hagan.
Og hann sigur, at hóast ósemjan er stór, heldur hann framvegis fast um hesa grundlreglu, tí hann tekur ikki undir við, at bøndur skulu gera av, hvør kann fara í hagan, ella ikki, tí í ringasta føri kunnu avleiðingarnar vera, at fólk bara kunnu ganga eftir gøtunum og sostatt eru tey útihýst frá at kalla allari náttúru.
– Eg haldi framvegis, at tað skal ikki bera til at taka gjald frá fólki, uttan at lata eina tænastu aftur fyri, og tað eru tað longu fleiri bøndur, sum gera.
– Lógin er gomul, og tað er neyðugt at broyta hana, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at skal lógin lesast bókstaviliga, hava bøndur rætt og slætt ikki heimild til at loyva fólki at fara í hagan, uttan í rakstri, tí fólk skulu halda seg til gøturnar.
Helgi Abrahamsen sigur, at ein annar trupulleiki er, at skal verða verða ókeypis hjá føroyingum at fara í hagan, má tað eisini verða ókeypis hjá danskarum, tí heimastýrislógini forðar fyri, at munur verður gjørdur á borgarum í ríkinum. Samstundis eru danskarar nógv tann størsti parturin av teimum ferðafólkum, sum koma til Føroya
– Men er tað bara tey, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, sum skulu sleppa ókeypis í haga, hvat gera vit so við allar føroyingarnar, sum eru skrásett at búgva í Danmark, og aðrastaðni, tí tey eru har í lestrarørindum, ella arbeiðsørindum, spyr hann.
Ein annar møguleiki, sum er nevndur er, at tey, sum skipa fyri vinnuligum ferðum í føroysku náttúruni, skulu rinda fyri tað. Men spurningurin er, hvussu høgt skal gjaldið vera, og hvør skal hava inntøkurnar, ásannar landsstýrismaðurin.