Hetta er eitt nýbrot í alivinnuni. Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni Hiddenfjord. Hann sigur, at fyri at minka um vandan fyri laksalús, tók Hiddenfjord í sín tíð stig til at stytta framleiðslutíðina í sjónum úr 18 mánaðum niður í 10 mánaðir, við at gera stór smolt upp á umleið 650 gramm, í kørum á landi.
– Hetta gjørdu vit fyri at minka um trupulleikarnar av laksalúsini, og tað hevur eydnast somikið væl, at vit nú taka enn eitt stig á somu kós, sigur hann.
Tí hava tey nú gjørt íløgur í lokaðar ringar til Sørvágsfjørð, soleiðis at fiskurin kann ganga í vardum umhvørvi til hann er 2-2,5 kg, og sostatt er hann bert í vanda fyri at fá lús í umleið fimm mánaðir.
– Vit hava fyribils gjørt íløgur í tríggjar ringarr upp á 15.000 rúmmetrar, sum kosta umleið 25 milliónir hvør. Ringarnir eru uppbygdar við eini rundari stálkonstruksjón og eini sterkari presending. Tað er Mest á Skála, sum setir stálkonstruksjónirnar saman og Thorfinn Nielsen í Miðvági stendur fyri el-arbeiðinum.
##med2##
Grundtankin við hesi íløguni, er at verja laksin ímóti laksalús, sum er ein stór avbjóðing í føroysku alivinnuni, sigur Atli Gregersen. Hann sigur, at hetta er eitt nýbrot í alivinnuni, men hann væntar at teir fáa sínar avbjóðingar av at taka hetta stigið.
##med3##
– Men vit í Hiddenfjord halda okkum vera før fyri at royna hetta, tí vit hava gott fólk og drúgvar royndir at framleiða laks uppi á landi og í sjónum, sigur hann.













