Hetta er eitt mistak sum nógvir bilførarar gera

Fólk ringja javnan til løgrgluna at boða frá – og tað gjørdu tey aftur í nátt

Aftur í nátt ringdi fólk til løgregluna at boða frá, at tey koyrdu aftan fyri ein bil við ongum bakljósum. Løgreglan sigur, at tað er dagliga at fólk ringja at boða frá, at bilar eru myrkir aftan ímeðan teir koyra.

Tað kann vera rættiliga vandamikið, tí so sæst bilurin ikki so væl hjá teimum, sum koma aftan fyri. Serliga í mjørka og ringum sýni annars, er tað ein stórur vandi í ferðsluni, tí tá sæst bilurin frammanfyri ofta ikki fyrr enn tað bara eru nakrir heilt fáir metrar eftir.

Tí heitir løgreglan á bilførarar um at seta seg inn í, hvussu lyktirnar á bilinum skulu stillast inn. Á heilt nógvum bilum kunnu ljósini stillast soleiðis, at tey tendra sjálvvirkandi, tá ið brúk er fyri tí og ljósini kunnu eisini stillast soleiðis, at tað bara eru forlyktirnar, sum lýsa, men at baklyktirnar eru myrk.

Løgreglan heitir tí á bilførarar um at ansa eftir, at lyktirnar eru stillaðar soleiðis, at baklyktirnar eisini lýsa, tí tá sæst bilurin nógv longri frá.

Onkuntíð, tá ið løgreglan áður hevur mint á hetta, hevur onkur bilførari viðmerkt, at hann fekk bilaverkstaðið at at stilla lyktirnar soleiðis, at baklyktirnar altíð tendraðu, og ein annar bilførari helt, at tað skuldi verið føst mannagongd hjá bilasølunum, at eingin bilur varð seldur, uttan at lyktirnar vórðu stillaðar soleiðis, at baklyktirnar altíð lýstu.