Verður uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, broytt, soleiðis at samkynd kunnu giftast, taki eg tað, sum eitt álop.
Tað sigur Ovi Brim, prestur, á Facebook, og tað sigur hann í aftursvari til Aksel V. Johannesen, løgmann.
Nú Løgtingið viðgjørdi uppskotið um at broyta Hjúnabandslógina við tí endamáli at kunna seta lógina um samkynd hjúnalag í gildi í Føroyum, hava summir politikarar ført fram, at hetta er at bróta kirkjuhurðina upp, og at fara trampandi inn í kirkjuna at geva henni boð um, hvat hon skal gera.
Løgmaður kallaði hetta ósakligt, og hann segði, at hann tók skuldsetingar sum hesar, sum eitt groft persónligt álop á seg, bæði sum løgmann, og sum lim í Fólkakirkjuni.
Les meiri um atfinningarnar hjá løgmanni við at trýsta HER
Men Ovi Brim, prestur á Nesi vísir hinvegin á, at kirkjan viðmælir ikki uppskotinum.
Hann sipar til, at bæði Prestafelagið, Biskupur og Felagið fyri Kirkjuráðslimir, hava boðað Løgtinginum frá, at grundleggjandi er tað skeivt at lóggeva um kirkjulig viðurskifti, uttan at kirkjan er við í lógarsmíðinum. Og tey halda eisini, at tað er grundleggjandi skeivt at blanda lógarsmíð um kirkjuliga vígslu upp í kirkjuligt lógarsmíð.
– Tá ið samlaða kirkjan ikki viðmælir fyrliggjandi uppskoti, taki eg tað sum eitt álop á meg sum fólkakirkjulim, persón og prest, um fyriliggjandi uppskot verður samtykt, sigur Ovi Brim.