Nýggja Tjóðleikhúsið eigur ikki at verða bygt í Havn, sum samgongan ætlar. Tvørtur ímóti eigur tað at verða bygt á Skálafjørðinum. Tað heldur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin. Hann vísir á, at tað er eitt beinleiðis politiskt mál hjá samgonguni at spjaða alment virksemi kring landið. Hinvegin hava politikarar eisini víst á, at tað kann vera torført at flyta verandi stovnar úr Havnini.
Men nú arbeiðir samgongan við at byggja eitt nýtt Tjóðleikhús. Sostatt er talan um at byggja ein nýggjan stovn, og Bill Justinussen heldur, at tað er eitt gylt høvi til at byggja hann aðrastaðni enn í Havn. Og hann heldur, at Skálafjørðurin er eitt gott boð upp á, hvar ein slíkur stovnur liggur væl fyri.
Hann minni á, at tá ið koyrandi verður ígjøgnum Eysturoyartunnilin, vera bara 10 minuttir at koyra ímillum Skálafjørðin og Havnina, og hann heldur, at hetta er eitt gott høvi at veksa um høvuðstaðin, heldur enn at troka alt saman rundan um Vaglið í Havn.
Í hesum sambandi er hann er vísur í, at kommunurnar á Skálafirði høvdu farið í kapping um at givið Tjóðleikhúsinum tær bestu sømdirnar við ókeypis grundstykki, og kanska eisini við beinleiðis fígging til byggingina.
Les eisini: Leita eftir 113 milliónum til mentanarhús í Havn
Samstundis vísir hann á, at Norðurlandahúsið er í Havn og tí heldur hann, at tað er skeivt at leggja Tjóðleikhúsið í Havn eisini.
Kári P. Højgaard heldur, at Tjóðleikhúsið eigur at verða í Havn. Men hann heldur, at Tórshavnar Kommuna eigur at rinda minst helvtina av tí, tað kostar at byggja, og at lata grundstykki ókeypis.
Men er tað ein trupulleiki at staðseta tað í Havn, eigur tað at vera latið upp til kommunurnar at kappast um, og har heldur hann, at kommunurnar við Skálafjørðin høvdu havt góð kort á hondunum.