Hetta er eitt gott keyp. Tað er niðurstøðan hjá Kristini Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri. Meirilutin í Tvøroyrar býráð hevur samtykt at keypa ognirnar hjá Thomsen á havnarlagnum á Tvøroyri.
Tað er húsið, Pubbin heldur til í, umframt Seglloftið og hinar bygningarnar á stykkinum. Við í keypinum er eisini tað stóra fiskaplássið, og tilsamans er talan um eina ogn upp á góðar 3.000 fermetrar mitt á Tvøroyri.
Prísurin fyri alt er 4,4 milliónir, og tað er minni enn eini vanlig sethús kosta í Havn nú á døgum, so hetta er eitt gott keyp, segði borgarstjórin.
Anita Vibergsdóttir, sum er forkvinna í mentanarnevndini, segði, at tað, sum ger hetta serliga áhugavert er, at talan er um nakrar av søguligastu bygningunum í landinum, sum eru varðveittir í at kalla upprunaligum standi.
Handilsbygningurin, sum Pubbin heldur til í, var ein deild hjá kongliga einahandlinum, og hann er frá 1836, og hann er væl varðveittur í upprunastandi. Tá ið Føroyar so fingu fríhandil í 1856 keypti danskarin, Thomsen, handilin, og síðani hevur hann verið í somu slekt, til Coldstream við Poul Hansen keypti tað fyri nøkrum árum síðani.
– Her er søga og mentan alt í einum, og hetta er best varðveitti handil frá teirri tíðini, segði Anita Vibergsdóttir. Men hetta er eisini ein miðdepil fyri føroysku arbeiðararørsluna, og fakfelagssøguna, sum serliga birtist á Tvøroyri.
Og býráðið sær fyri sær, at taka tey ikki av, nú eigarin er sinnaður at selja, kann alt fara á fremmandar hendur, og tey halda, at hetta hevði verið ein óbótaligur skaði.
Súsanna Bertholdsen og Kristina Roest í Javnaðarflokkinum, hildu, at býráðið átti at viðgjørt málið nágreiniligari, og tí vildu tær útseta keypið. Tær vildu hava greiði á, hvørjar ábøtur, tað er neyðugt at gera, og hvat tað fer at kosta í rakstri, og hvussu tað skal fíggjast.
Men meirilutin vildi ikki drála, tí tey mettu, at tey máttu taka av nú. Tí samtyktu tey fýra í meirilutanum at keypa ognina. Bjarni Hammer í Javnaðarflokkinum, atkvøddi blankt og tær báðar javnaðarkvinnurnar atkvøddu ímóti.
Býráðið samtykti eisini at keypspeningurin skal játtast við eini eykajáttan. Tað tóku fimm býráðslimir undir við, tí eisini Bjarni Hammer atkvøddu fyri, men tær báðar javnaðarkvinnurnar atkvøddi eisini ímóti tí.
Gamli handilin er leigaður til pubb, og Seglloftið er leigað til matstovuvirksemi, og tey bæði leigumálini halda fram, til tey ganga út um eitt gott ár.
Tað varð ikki sagt beinleiðis, hvat húsini skulu brúkast til, men ætlanin er, at tey skulu vera partur av søguliga savninum á Tvøroyri. Men um nakað virksemið eisini verður har, er ikki greitt, tí borgarstjórin segði, at tað liggur nakað frammi í tíðini at taka støðu til tað.