Hetta er eitt gott dømi um at arbeiðið hjá løgregluni ger mun

Tað ger mun!

 

Tað staðfesta tey hjá løgregluni, og tað tey sipa til, er, at løgreglan er farin at gera nógv burtur úr at kanna ferðsluna við skúlarnar kring landið, tá ið skúlin byrjar um morgunin.

 

Tað hevur løgreglan gjørt av og hesi seinastu árini, men nú hava tey gjørt av, at hetta skal vera eitt serligt átaksøki hjá løgregluni hesa næstu tíðina.

 

Tí hevur løgreglan verið vanlig sjón við skúlar ymsastaðni í landinum um morgunin fyri at vita um alt er eftir forskriftunum. Í hesum sambandi verður serliga hugt eftir um øll í bilinum sita í trygdarbelti, og at tey eru spent eftir forskriftunum, og um førarin tosar í handhildnari fartelefon. Men samstundis hevur løgreglan eisini eyguni við, hvussu bilurin er skøddur, og so framvegis.

 

Støðan hevur mangan verið vánalig, og tað eru ikki so fá foreldur, sum hava fingið klipp í koyrikortið, tí at børnini ikki sótu í trygdarbelti, ella tí at tey ikki vóru spent eftir forskriftunum. Eitt nú eru dømi um, at børnini hava sitið í trygdarbeldi, men við skúlatasku á rygginum, og tað gongur ikki. Dømi eru eisini um, at tað av foreldrunum, sum hevur koyrt barnið í skúla, hevur sitið í trygdarbelti, men at barnið hevur sitið leyst aftanfyri.

 

Vanligar umberingar hava verið, at tey tey vóru so sein, at tey høvdu ikki stundir at seta børnini í trygdarbelti – ella at túrurin var so stuttur, at tey hildu, at tað bilti ikki. Og tað gongur heldur ikki.  

 

Men løgreglan sigur, at nú tey hava kannað ferðluna í sambandi við átakið, tey eru farin undir, hevur støðan verið heilt øðrvísi. Fríggjadagin kannaðu tey ferðsluna við fleiri skúlar ymsastaðni, eisini við heilt stórar skúlar í Havn. Men ongin bilførari varð skrivaður í svørtubók, tí øll høvdu síni viðurskifti í lagi.

 

Sama støðan var fyrst í vikuni, tá ið løgregan eisini kannaði skúlaferðsluna, tí heldur ikki tá varð nakar skrivaður upp. 

 

 – Støðan var fyrimyndarlig, og vit taka hetta sum eitt tekin um, at okkara arbeiðið ger mun, sigur løgreglan. Men hesa næstu tíðina fara tey at gera fleiri kanningar av hesum slagi við skúlarnar kring landið.