- Hetta er eitt frálíkt tiltak

- Sørvágs Country-og Bluesfestivalur er eitt tiltak fyri øll, sigur borgarstjórin, Aimé Jacobsen, sum bjóðar øllum vælkomnum til Sørvágs.

 

Sørvágs Country-og Bluesfestivalur, sum er nú um vikuskiftið, er eitt afturvendandi tiltak í Sørvági, og sum borgarstjóri er Aimé Jacobsen ikki sørt errin av, at Sørvágur á hvørjum ári kann bjóða øllum føroyingum til eitt so stórt, fjølbroytt og hugnaligt tiltak.

- Hetta er eitt frálíkt tiltak við góðum stemningi, og serliga hugnaligt hevur tiltakið verið undanfarin ár, tá tað fellur á gott veður.

Borgarstjórin vísir á, at hon er við á hvørjum festivali í Sørvági, og henni dámar sera væl tann hugnaliga stemning, sum er hesar dagar. - Hetta er eitt tiltak til allar aldursbólkar við bæði vælumtóktum eldratiltøkum í fimleikarhøllini, eins og barnatiltøkum bæði í dag og í morgin.

Aimé Jacobsen vísir á, at tónleikurin sjálvsagt fyllir nógv á einum og country-og bluesfestivali, og her verða eisini alskyns konsertir við kendum og minni kendum nøvnum, bæði í kvøld og annaðkvøld.

Men, Sørvágs Country-og Bluesfestivalur verður ikki einasta stóra stevnutiltak í Søvági í summar. - Vit eiga eisini Vestanstevnuna í ár, sum nú skiftir millum bygdirnar Sandavág, Miðvág og Sørvág, soleiðis at stevnan triðja hvørt ár er í Sørvági.

Aimé Jacobsen fegnast um øll tey mongu, sum standa aftan fyri hesi tiltøk og eru við til at gera tey møgulig.

- Vit hjálpa til sum best, og okkara leiklutur er í fyrsta lagi at skapa karmarnar, sigur borgarstjórin, sum vegna kommununa bjóðar øllum vælkomnum á Sørvágs Country-& Bluesfestival og seinni eisini á Vestanstevnu.