Hetta er ein stórur dagur í Fámjin

- Tunnilssambandið fer at knýta bygdirnar og økini í Suðuroynni tættari saman, eru teir tríggir, Jóanis Lisberg, Arni Teindal og Kristin Michelsen, ivaleysir í.

 

Hin 25. mai varð sáttmálin millum Landsverk og J&K Petersen um arbeiðið at gera tunnil og vegirnar til nýggja Fámjinstunnilin undirskrivaður. Tað vóru Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverk og Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen, ið skrivaðu undir sáttmálan.

 

Hetta hendi á lítlari samkomu á Landsverki, har fólk, sum hava arbeitt við verkætlanini, vóru hjástødd, umframt at Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, eisini var til steðar hesa stóru løtu. Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur við tveimum breytum.

 

Avtalan við J&K Petersen er á umleið 150 miljónir krónur, men samlaði kostnaður fyri alla verkætlanina er mettur at vera 207 miljónir. Seinni í ár er ætlanin at bjóða út el-arbeiðið í tunlinum, sum er alt arbeiðið við eitt nú ljósum og trygdarskipanini.

 

Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja sum skjótast á plássinum í Øravík, har J&K Petersen fyrst byrjar at grava av fyri vegnum, sum skal ganga fram til tunnilsmunnan. Eftir ætlan byrjar sjálvt tunnilsarbeiði seinni í ár.

 

Øll verkætlanin skal eftir ætlan verða liðug miðskeiðis í 2024, siga tey hjá Landsverki.

 

Tað er stór frøi í Fámjin og í Suðuroynni allari, nú eingin ivi longur er um, at Fámjinstunnilin kemur. Á myndini ovast eru tað borgarstjóri og varaborgarstjóri í Fámjins kommunu, Jóanis Lisberg og Arni Teindal, sum taka í hondina á hvørjum øðrum.

 

##med2##

 

Á myndini her niðri í greinini eru tað borgarstjórin, Jóanis Lisberg og løgtingsmaðurin, Kristin Michelsen, sum taka í hondina á hvørjum øðrum. Kristin er eisini borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, um nakar skuldi ivast.

 

- Tað er fantastiskt, at tunnilin nú kemur við øllum teimum møguleikum, sum hetta kemur at hava við sær. Tunnilssambandið fer eisini at knýta bygdirnar og økini í Suðuroynni tættari saman, eru teir tríggir ivlaeysir í.