Hetta er ein stór fragd

Hetta er einki minni enn ein stórhending, tí er tað nakar, sum veit, hvussu neyðugt tað er at ferðast, er tað hvalbingar

Hetta er einki minni enn ein stórhending, tí nýggi Hvalbiartunnilin boða frá, at nú fara vit inn í nýggja tíðir. Tað segði ein fegin borgarstjóri í Hvalba, Janus Thomsen, nú nýggi Hvalbiartunnilin er tikin í nýtslu.

 

Klokkan var akkurát farin av miðdegi, tá ið Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, setti seyðasaksin á flagglittað bandið, sum gekk tvørtur um koyribreytina, og kvetti tað av, og læt tunnilin upp. Fyrstur at koyra ígjøgnum var 95 ára gamli Allon Næs, sum sat við róðrið, og 98 ára gamla systir hansara, Betty Næs. Tey bæði eru elsta mannfólk, og elsta konufólk, í Hvalba.

 

Eitt, sum gjørdi løtuni serliga fyri fyri Allon, var, at tað var eisini hann, sum loysti fyrsta flagið, tá ið farið varð undir tunnilin. Tað var 14. mai í 2018, at hann loysti fyrsta flagið, saman við javnaldrinum, Danjali av Rana úr Trongisvági.

 

##med2##

 

Janus Thomsen sigur, at nýggi tunnilin merkir, at tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman, verða í hvussu so er ikki darvaðar av einum ótíðarhóskandi tunli. Tvørtur ímóti verða tær stimbraðar av einum spildurnyggjum tunli, sum vit bæði fegnast um og síggja sum ein stóran møguleika, ið flytir okkum inn í nútíðina.  

 

– Hvalbiar sókn hevur verið framleiðslusterk sum fáur, og hevur útflutt fyri óteljandi millónir av virðum gjøgnum gamla Hvalbiartunnellina, legði borgarstjórin afturat.

 

Men nú varð støðan ótolandi, og tí er tað okkum ein stór fragd, at vit nú kunnu síggja fram til at virka undir nútímans treytum, segði Janus Thomsen.

 

Tá ið snórurin varð kliptur, og Allon og Betty vóru farin ígjøgnum, sluppu fólk til gongu, ella at renna ígjøgnum tunnilin og eftir tað vóru tað motorsúkklur og veteranbilar, sum fóru ígjøgnum tunnilin. Og klokkan 13, varð hann so opin fyri almenninginum. Nøkur av teimum fyrstu at koyra ígjøgnum hann, var ein long røð av lastbilum og treylarum, sum koyrdu í rekkjukoyring úr Trongisvági til Hvalbiar, har teir vendu, og fóru upp aftur á Tvøroyri við blunkandi ljósum og floytunum for frá.