Skjótt fer at bera til at krevja barnaváttan frá fólki, áðrenn tey sleppa at arbeiða við børnum og ungum undir 15 ár. Hetta skal tryggja, at eingi fólk, ið hava framt siðamisbrot, sleppa í hesi størv.
– Tað hevur manglað ein kunngerð ella atgongd til revsiskránna. Og hana hava vit fingið nú, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.
Jenis av Rana fegnast um hetta, tí sum hann sigur, so kann kynsligt siðamisbrot oyðileggja lívið hjá einum persóni, og hetta kann vera við til at minka um tað.
– Hetta er ein spurningur um at verja mannalív, sigur hann.
– Man væntar, at man við hesum kann kunna solda nøkur frá, sum koma í ávís størv, sigur hann.
Um fáar vikur skal lógin sendast út til hoyringar.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregoriussen gjørdi við Jenis av Rana í tíðindunum á FM1 á middegi í dag.
##med2##