Hetta er ein semja sum vit kunnu liva við

Starvsmannafelagið er ikki longur bara eitt felag fyri láglønt, sigur formaðurin, nú tað eydnaðist at fáa semju um ein nýggjan sáttmála

Tað er nú greitt, at vit eisini sluppu undan verkfalli í Starvsmannafelagnum á hesum sinni.

Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið hava samráðst um nýggjan sáttmála í eina tíð, men fyri tveimum vikum síðani vildi Fíggjarmálaráðið hava semingsmenninar upp í.

Síðani hava semingsmenninir kanna um grundarlag var fyri eini semju og tað mettu teir, at tað var. Síðani vóru ítøkiligar samráðingar og í gjárkvøldið var tíðin búgvin til at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar.

Og tá ið freistin at svara semingsmonnunum var farin nú klokkan eitt í dag, varð greitt, at bæði Starvsmannafelagið og Fígggjarmálaráðið góðtóku semingsuppskotið.

Starvsmannafelagið fór til samráðingar við tí greiða endamáli, at nú skuldi  tað vera teirra túrur at fáa eina lønarhækking sum munar.

Og tað heldur Súni Selfoss, formaður í felagnum, at tey hava fingið. Vit eru ikki ovurfegin, men hetta er eitt úrslit, vit kunnu liva við, sigur hann.

Talan er um ein tvey ára sáttmála, sum tilsamans gevur teimum eina lønarhækking upp á eini 5,2 prosent. Súni Selfoss ger tó vart við, at heilt neyvar útrokningar eru gjørdar enn.

Men lønarhækkingin heldur óvanlig við tað, at tað fyrra árið er hon í krónum og tað seinna árið er hon í prosentum.

Fyrra árið, altso frá oktober í fjør, hækkar lønin 800 krónur um mánaðin hjá teimum sum eru á teimum lægru lønarstigunum og hon hækkar 600 krónur um mánaðin hjá teimum, sum eru á teimum hægru lønarstigunum.

Seinna árið, ella frá 1. oktober í ár, hækkar lønin 2,2 prosent.

Men samstundis hevur Starvsmannafelagið eisini fingið eina lønartalvu fyri tey, sum útbúgva seg til bachelorar. 

– Tað merkir, at vit hava framtíðartryggjað felagið, sigur formaðurin. Hann sigur, at tað hevur verið ein trupulleika, at tey ikki hava havt eina lønartalvu fyri bachelorar og tískil hava fólk verið noydd at melda seg úr felagnum, tá ið tey hava fingið sær hægri útbúgving.

– Men nú er eisini rúm fyri teimum í Starvsmannafelagnum, og vit eru fegin um, at vit ikki longur bara eru eitt felag fyri starvsfólk í teimum lægru lønarflokkunum, sigur Súni Selfoss.