At gera hybrid-bilar partvís avgjaldsfríar, er ikki í samsvari við tað grønu kósina, sum vit hava sett okkum. Tað sigur Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at elbilar skulu halda fram at sleppa undir avgjaldi, men ætlanin er eisini at hybridbilar skulu verða partvís avgjaldsfríar.
Bæði Umhvørvisstovan, Sev og sjálvur landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, eru ímóti at gera hybridbilar partvís avgjaldsfríar, tí tey siga, at tað hevur einki við grøna orku at gera. Eisini tinglimir í samgonguni hava sagt, at teir taka ikki undir við hesum og ein av teimum er Johan Dahl.
Hann sigur, at hendan framferðin hjá samgonguni er ikki røtt og tí vónar hann, at samgongan er sinnað at tosa saman aftur um hetta málið, serliga um tað, at hybridbilar verða partvís avgjaldsfríir. Hetta er ein ring neyðloysn, segði Johan Dahl, men hann vísir kortini, at hann fer at verða trúgvur ímóti samgonguni og tí fer hann at atkvøða fyri tí.
Kortini vónar hann, at øll, sum ætla at fáa sær bil, fara at hugsa seg sera væl um, hvat loysir seg best í longdini - og tað er at keypa elbil.