? Hetta er ein prinsippsak

? Vit stuðla sjúkrarøktarfrøðingunum, tí vit halda ikki, at fútarætturin skal avgera nakað mál á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sigur Sjúrður Norðbúð

? Orsøkin til, at vit hava valt at stuðlað er útilukkandi tí, at fútarætturin verður blandaður upp í málið. Tað halda vit vera skeivt, staðfestir formaðurin í psykiatrifelag Føroya.
Hann sigur, at hann onga viðmerking hevur til verkfallið, um tað er ólógligt ella ikki, men hann heldur, at óansæð hvat, so eigur fútarætturin ikki at verða drigin inn í málið.
? Hatta er eitt mál, sum partarnir eiga at loysa sínamillum, við at tosa saman og samráðast. Hóast sjúkrarøktarfrøðingarnir hava hótt við ólógligum verkfallið, so hevur málið einki at gera í fútarættinum. Tað átti at verið tikið upp í gerðarrættinum, heldur Sjúrður Norðbúð.
Hann heldur, at hetta er ein prinsippsak, og at tað er prinsippinum í málinum, sum psykiatrifelagið stuðlar.

Einasta felag úr sjúkrarøktini
Spurdur um hví psykiatrifelagið man vera einasta felag innan sjúkrahúsverkið sum stuðlar sjúkrarøktarfrøðingunum, svarar Sjúrður Norðbúð, at tað veit hann ikki.
? Eg havi ikki tosað við hini feløgini enn. Men sjúkrarrøktarfrøðingarnir ringdu til okkara og spurdu, um vit ikki hildu tað vera ov galið, at fútarætturin er blandaður uppí málið. Og tað hildu vit avgjørt at tað var. Tí skrivaðu vit undir, sigur Sjúrður Norðbúð at enda.