Í Eysturkommunu eru nógv stór og snotulig sethús bygd seinnu árini, og ikki minst í Syðrugøtu eru fleiri slík hús komin upp - og onnur eru á veg.
Men, tað er ikki bara í Syðrugøtu, at tú sært borgir stinga seg upp. Tá In.fo herfyri vitjaði í Eysturkommunu, steðgaðu vit á við hesi húsini við Gøtugjógv.
Í fyrstuni var tankin, at hetta kanska er ein nýggjur stovnur. Men, so er ikki. Í Eysturkommunu eru næstan eingi almenn arbeiðspláss, undantikið lærarafólk.
Hetta eru eini sethús, bygd á vanligt grundstykki, har gólvvíddin liggur um 200 fermetrar. Vit kunnu eisini heilsa og siga, at tað ikki er nótamaður, ið eigur húsini.