- Vit missa ovurstórar inntøkur og nógv arbeiðspláss av landinum. Høgni Hoydal, løgtingsmaður, og formaður fyri Tjóðveldi roynir enn eina ferð at fáa samgonguna til at forða fyri, at føroysku peningastovnarnir leggja allan netbankan uttanlands.
Og nú peningastovnarnir boða frá, at føroyingar nú skulu knýtast upp í NemID skipanina, vónar hann enn eina ferð, at ”fólk vaknar, sum hann tekur til.
Hann heldur, at gongdin er øgiliga skeiv, tí vit missa ovurstórar inntøkur, ovurstórar førleikar og nógv arbeiðspláss av landinum.
Samstundis er tað ein trygdarspurningur, tí nógv hava víst á veikleikar við skipanini, sum vit nú skulu hava í Føroyum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Høgna Hoydal greiða frá |