Hetta er ein mini ólavsøka!

Bestu vinmenninir, Áki Dam Egholm og Aleks Buha, høvdu funnið sær vegin fram til Gøtubygd á G! festival.

 

"Hetta er aðru ferð eg eri á G! Eg havi fyrr verið á Roskilde, men eg má siga sum er, at G! er so nógv betri," sigur 16 ára gamli Áki.

 

"Tað, sum ger hendan festivalin so góðan, er fólkini. Betri menniskju gera ein betri festival. Hetta er sum ein mini ólavsøka" sigur Aleks Buha avgjørdur, ið er 17 ára gamal.

 

"Vit eru ótrúliga spentir upp á festivalin í ár. Vit búgva í einum tjaldi uppi í tjaldinarøkinum, saman við eini vinkonu," sigur Áki og leggur dentin á, at talan er einans um eina vinkonu.

 

"Fyri meg er hetta fyrstu ferð á G! festival. Eg elski G!, og eg elski Føroyar. Eg eri føroyingur, føddur í skeivum landi," sigur Aleks, sum er føddur og uppvaksin í Serbia, men flutti higar fyri fimm árum síðani.

 

Meðan portalurin prátaði við vinmenninar, komu fýra fyrrverandi floksfelagar teirra forbí. Tey vóru Teresa Debes, Sunniva Andreasen, Høgni Lamhauge og Daniella Joensen. Tey løgdu aftrat, at eitt tað stuttligasta við at vera á festival er at møta fyrrverandi floksfelagum aftur, sum m.a. hava verið niðri á eftirskúla.