Hetta er ein ómetaliga stór provokatión

Tápuligheitir skulu ikki standa ósvaraðar, heldur Ruth Vang, løgtingskvinna

– Tað er ein ómetaliga stór provokatión, at ein politiskur flokkur, sum ætlar at stilla upp til fólkatingsval, er farin at brúka grindadráp í valstríðnum. Tað heldur Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn. Hon reisti málið í Løgtingnum hendan dagin, tá ið hon spurdi løgmann um hann ætlar at gera nakað við hetta.

Flokkurin, sum hevur verið í Føroyum við tí endamáli at varpa ljós á grindadráp, er nýstovnaði Veganaraflokkurin, sum fer at stilla upp til næsta fólkatingsval.

– Hesin flokkurin hevur gjørt tað til eitt av sínum aðalmálum í valstríðnum at fáa føroyingar at halda uppat at drepa grind, sigur Ruth Vang.

Í tí sambandi hevur floksformaðurin verið í Føroyum og tosa ilt um føroyingar, samstundis sum hann eisini ásannar, at Veganaraflokkurin hevur tætt tilknýti til Sea Shepherd. Tað var nevniliga Sea Shepherd, sum bjóðaði honum til Føroya.

Ruth Vang heldir ikki, at tápuligheitir skulu sleppa at standa ósvaraðar. Hon sigur, at her er talan um ein politiskan flokk, sum hevur sum fremsta mál at leggja seg út í grindadráp í stríðnum fyri at fáa umboð á Fólkatingi, og sum fer at brúka umboðanina á Fólkatingi til at forða okkum at drepa grind.

Og hetta ger flokkurin, hóast grindadráp er eitt føroyskt málsøki burtur av, sum danskir myndugleikar als ongan lóggávuvald hava á yvirhøvur.

– Hetta er ein ometaliga provokerandi, sigur Ruth Vang. Og tí vil hon hava løgmann at gera vart við alla tíðina, at grindadráp er eitt føroyskt málsøki burtur av.

– Tað hevur tydning at vit gera dønum greitt, at á hesum øki hava teir ongar sum helst heimildir, sigur Ruth Vang.

Vit hava meiri seinni