Hetta er ein kensla vit hava leitað leingi eftir

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Á Argjum er brostið fyri nev aftaná 19 umfør, og høvuðsvenjarin stórfegnast

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við høvuðsvenjarin hjá AB, Sámal Erik Hentze fyri løtu síðani. Saman við manning síni eydnaðis tað Bagga at vinna fyrsta sigurin í ár, tá AB vann 4-0 á EB/Streymi á Skála.

 

- Hetta er ein kensla vit hava leingi eftir, sigur ein fegin Bagge í telefonini. Tað verður munandi stuttligari at fáa menn til venjing mánakvøldið, nú fyrsti sigurin er komin til høldar, staðfestir Bagge.

 

Bagge heldur, at AB legði eitt gott avrik fyri dagin, har teir komu til nógvar málmøguleikar, har spurningurin bara var um tíð, áðrenn AB legði seg á odda.