Starvsssetan
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Eitt einmælt løgting valdi mikudagin Sólju í Ólavsstovu, løgfrøðing til løgtingsins umboðsmann. 28 tingmenn vóru á fundinum, meðan 4 vóru burturstæddir. Valið gjørdist ein tungur burður, tí automatiska atkvøðuskipanin virkaði ikki. Tí varð atkvøtt við navnakalli. Løgtingsformaðurin tók til eftir atkvøðugreiðsluna, at leingi er tað, ið væl skal vera og ynskti hann nýggja umboðsmanninum tillukku, vælkomna og mong góðynski.
-Tað er ein stórur heiður at skula umboða løgtingið í slíkum málum, og eg takki fyri ta ábyrgd, sum verður litin mær upp í hendi. Hetta er ein stórur dagur fyri meg og fari eg at røkja hetta álitisstarv eftir besta førimuni sigur Sólja í Ólavsstovu, sum tekur við starvinum 1. januar, tá sitandi umboðsmaður, Joen H. Andreassen leggur frá sær.
Sólja í Ólavsstovu er ikki ókunnug við arbeiðsøkið hjá umboðsmannaskipanini. Fyri 10 árum síðani var hon við til at gera lógina fyri tann grønlendska umboðsmannin. Tað er tí eitt arbeiði, sum komandi umboðsmaðurin hevur verið í gongd við og fingist við. Grønlendska umboðsmannaskipanin er fyrimynd fyri tí føroysku fyri ikki at siga ein avskrift.
Sólja í Ólavsstovu er 46 ára gomul og er útbúgvin løgfrøðingur. Hon hevur nærum 20 ára royndir í almennari umsiting, so hon skuldi verið rættiliga væl brynjað til starvið. Hon starvast í dag sum deildarleiðari í Fiskimálaráðnum. Frammanundan var hon eitt skifti aðalstjóri í táverandi Almannaráðnum. Hon hevur annars drúgvar royndir frá arbeiði í umsitingini hjá grønlendska heimastýrinum, har hon eitt skifti varð ovasti embætismaður.
Hvussu fer hon so at seta sín dám á heldur unga umboðsmannastarvið spurdi útvarpskvinnan Sólju eftir valið, og vit loyva okkum at endurgeva: -Man verður noyddur til at taka støðu í tí veruleika man er í og í teimum umstøðum, sum umsitingin í Føroyum hevur at arbeiða undir. Men sjálvandi eru viðurskifti, sum man er noyddur til at taka hædd fyri. Eitt nú at hettta er eitt lítið samfelag, og vit halda vit vita alt um øll, og kanska ikki altíð eru so umhyggin at hugsa um okkara gegni og um at kanna málini. Ikki bara at halda, at vit vita men at fáa prógv fyri, at tað er, sum tað er. Í samrøðuni við útvarpið legði Sólja eisini dent á, at hon fer at arbeiða út frá tí sannroynd, at øll skulu viðgerast eins. -Tað er sera týdningarmikið, at vit viðgera allar borgarar eins, og tað eru nøkur fyrilit, sum man verður noyddur til at taka hædd fyri, tá man situr í almennari umsiting.
Sólja í Ólavsstovu vísir annars á, at umsitingin hevur tikið til eftirtektar tær avgerðir, sum umboðsmaðurin er komin við. Tað veit hon frá sínum arbeiði í umsitingini. Hon heldur eisini, at tað er eitt stórt frambrot, at umsitingin tillagar sína umsiting eftir teimum átalum, sum hon hevur fingið frá umboðsmanninum.
Ein fegin løgtingsformaður
Edmund Joensen, løgtingsformaður er sera fegin um, at løgtingið einmælt valdi Sólju í Òlavsstovu sum umboðsmann. Hann sigur, at tað er sjálvandi vælumhugsað, tá tingið velur nýggjan umboðsmann og heldur hetta verða eitt sera gott val. -Hetta er so aðru ferð, at umboðsmaður verður valdur. Jógvan Andreassen var tann, sum legði fyri og hevur sitið tey fyrstu fimm árini. Hann er komin væl frá byrjan og hevur skapt virðing um skipanina. Hann skal hava eina stóra tøkk fyri hesa tíðina. Nú kemur so Sólja í Ólavsstovu við tí útbúgving, sum skal til og við sínum drúgvu royndum, eitt nú frá arbeiði sínum við tí grønlendsku skipanini, og eg haldi, at hon er vælegnað. Formliga er starvið fyri fimm ár, men løgtingsformaðurin vísir á, at her er talan um eina kvinnu í sínum bestu árum, so vónandi kann hon taka meira enn eitt skeið.
Hvat dámar honum, at ein kvinna er vald í sessin: -Tað skal sjálvandi ikki gera mun, um tað er ein kvinna ella ein maður. Tað er jú arbeiðið, sum skal gerast, og tað er tað sama, um tað er ein maður ella kvinna, sum skal gera tað. Men tá nú valið fellur á eina kvinna, so er tað kanska gott, tí vit hava ikki so nógvar kvinnur í skipanini. Í løgtinginum eru bara nakrar fáar kvinnur, og tað er eitt sindur av undirskoti í skipanini av kvinnum, serliga í teimum hægri størvunum.
Edmund Joensen metir annars umboðsmannin sum eitt sera týðandi starv í løgtingsskipanini. Tað er tann stovnurin, sum leggur linjurnar fyri støðinum í samfelagnum. Viðkomandi hevur sjálvandi ikki nakað vald, men óbeinleiðis hevur hann tað, tí hann leggur støðið fyri umsitingina og hvussu málini verða útførd.
Løgmaður eisini fegin
Eisini Jóannes Eidesgaard, løgmaður fegnast um, at eitt samt løgting hevur valt Sólju í Òlavsstovu til umboðsmann og leggur dent á, at umboðsmaðurin hevur fingið ein týðandi leiklut í politisku skipanini við tað, at tað er líkt til, at Jógvan Andreassen, sum nú fer úr starvi, hevur vunnið stovninum ta hevd, sum hann eigur at hava, nevniliga at tær niðurstøður, sum hann kemur við, eeru eisini tær, sum frameftir leggja linjurnar fyri, hvussu fyrisitingin skal arbeiða.
Løgmaður vísir á, at tað varð høvuðsendamálið við at fáa ein umboðsmansstovn, og tí kann man siga, at okkara fyrsta val var eitt ótrúliga gott val, og at hann hevur megnað at givið stovninum tað innihald, sum man politiskt ynskti, at hann skuldi hava.
-Eg vil eisini ynskja tí nýggja umboðsmanninum góða eydnu í starvinunum og vóni, at tað fer at eydnast henni at halda fast um hetta endamál, og tað ivist eg ikki í, at hon fer.
Jóannes Eidesgaard vil eisini fegin boða frá, at úttalilsi og niðurstøður hjá umboðsmanninum verða altíð tiknar til eftirtektar í fullum álvara, og at viðurskiftini verða innrættað eftir teimum niðurstøðum, sum har verða gjørdar. Tí er hetta eitt ótrúliga týdningarmikið starv og stovnur í tí politisku skipanini. Tað er líkasum hann, sum rættar tingini inn og stýrir aftur á beint, tá og um tað hevur hug at fara ein skeivan veg.
Løgmaður er eins og løgtingsformaðurin eisini fegin um, at tað er ein kvinna, sum nú skal umsita starvið: -Tað er avgjørt ein fyrimunur. Sjálvur arbeiði eg saman við kvinnum í míni fyrisiting, og kann eg bara siga, at tað havi eg sera positivar royndir av.









