- Tað er ein gøla, at Løgtingið viðger málið um at broyta hjúnabandslógina við tí fyri eyga at loyva samkyndum at giftast.
Tað heldur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri.
Hann vísir á, at Løgtingið er ógvuliga tvíbýtt í hesum spurningi, og hann heldur, at tað vildi verið ein gøla, hevði Løgtingið samtykt at broytt hjúnabandslógina við einum teprum meiriluta.
Hann heldur, at er hetta eitt mál, vit skulu taka støðu til, er hetta er eitt mál, sum fólkaatkvøða eigur at verða um í Føroyum, tí tað hevði verið ein gøla, hevði tað verðið samtykt í Løgtinginum við einari atkvøðu í meiriluta.
Summir politikarar hava kallað hetta eitt lítið mál, men har er Kári P. Højgaard púra ósamdur.
- Hetta er eitt mál, sum hevur ómetaliga stóran týdning fyri nógv fólk, og hann ivast onga løtu í, at hetta er bara fyrsta stigið í at fáa kirkjuna at víga samkynd pør.
- Sjálvandi fer tað at henda, tað er bara ein spurningur um tíð.
Hann heldur eisini, at halda summi, at tað er rætt, at samkynd sleppa at giftast, er tað undarligt at útihýsa teimum úr kirkjuni, sum er andaliga heimið hjá flestu føroyingum.
Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, helt hann.
- Hetta málið hevur so fingið øll trúarsamfeløg í landinum kirkjur fríkirkjur og samkomur, at standa saman í eini felagsstøðu um nøkur grundleggjandi virði, helt hann fyri.