Hetta er ein ógvuliga løgin støða. Tað sigur Lasse Klein, skrivar í Sjálvstýri. Einasti tingmaður floksins, Kristin Michelsen, hevur biðið um farloyvi úr Løgtinginum í eina viku og sostatt skuldi næsti maður á listanum taka við.
Næsti maður á listanum er Jógvan Skorheim í Klaksvík - men hann hevur akkurát meldað seg úr Sjálvstýri. Men kortini hevur hann nú tikið sæti á Løgtingi fyri Kristin Michelsen.
Lasse Klein sigur, at hetta er ein undarlig støða, men hann ásannar, at formliga eigur Jógvan Skorheim tingsessin, so í roynd og veru eri kki nógv at gera við tað.
Men hann sigur, at tey flestu høvdu væntað, at hann fór ikki at taka sæti á tingi, men at lata triðja mann á listanum, sum er Terje B. Vestergaard í Saltangará, taka sæti á tingi.
– Tá ið Jógvan Skorheim hevur meldað seg úr Sjálvstýri, skuldi ein hildið, at hann var heilt úti, sigur Lasse Klein.
Hann sigur, at samband hevur verið ímilllum floksleiðsluna og Jógvan Skorheim um støðuna, men hann vil ikki siga, hvat tað ítøkiliga snúði seg um, ella um tey hava roynt at fáa hann at lata tingsessin frá sær til triðja mannin á sjálvstýrislistanum.