Hetta er ein gamal tanki

Tað var ein vælnøgdur skúlastjóri, sum í morgun var við til at skjóta eina nýggja og spennandi verkætlan um ein fótbóltsflokk, sum hetta fyrsta árið verður ein royndarverkætlan

Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlanum, var skjótur at lofta hugskotinum um ein fótbóltsflokk.
- Hugskotið kom frá græsrótunum innan fótbóltin, og vit hava bara loftað hesum hugskotinnum og sett hetta tilboðið saman soleiðis, at fótbólturin verður í fokus. Fólkaskúlatilboðið eru so annars sambært lógum landsins, sigur Hanus Joensen.
Fótbóltsparturin av verkætlanini er sera fegin um, at hesin fótbóltsflokkur er fingin á beinini, og eisini skúlastjórin er positivur.
- Jú, eg haldi, at øll kring hetta eru positiv. Fólk eru áhugað og glað fyri, at hetta er komið upp at standa. Hetta er jú ein heilt gamal tanki, sum hevur verið millum fótbóltsáhugað, og vit hava so bara gjørt eitt tilboð burtur úr hesum. Talan er um eitt royndarár, sigur Hanus Joensen.
Skúlastjórin vónar, at verkætlanin fer at ganga væl, og hevur heldur ikki orsøk til at vænta annað.
- Vit hava verið ógvuliga heppin at fáa venjarar, serstakliga Jan Dam, sum hevur verið menningarvenjari í FCK nú í nøkur ár. Hann er nýliga heimkomin og er dagførdur í so máta, og síðani hava vit fingið tilsøgn frá venjarum kring landið at hjálpa til við hesi verkætlanini. Tað gleðir okkum nógv og gevur okkum góðar vónir um, at hetta fer at hepnast, sigur Hanus Joensen.

Draga sama veg
Tímatalvan er sett saman partvís út frá egnum tonkum, men eisini við at skeita at líknandi flokkum uttanlands.
- Hesir dreingirnir møta nakað fyrr, um hálvgum átta tíðina, og eru allar dagar í skújla inntil klokkan 15, so tað er strævið hjá teimum, men teir eru ógvuliga hugaðir, sigur Hanus Joensen.
Fótbólturin er sjálvandi tað, sum dregu hjá dreingjunum.
- Okkara vón er so, at tað ídni og nærlagni, sum teir hava í fótbóltinum, eisini verður flutt yvir í skúlan. Og tað eru teir námsfrøðiligu tankarnar, vit gleða okkum nógv til, og at hvørt treytar hitt, sigur Hanus Joensen.
Hann vónar og væntar, at hesi bæði far at draga sama veg.
- Tað vanliga er, at ítrivini hava hug at draga frá skúlanum. Fótbóltsspælararnir, sum brúka so nógva tíð til fótbóltin, at vit sum skújlafólk halda, at tað er í meira lagi, so tað gerst eitt sindur av einum tvídrátti í tí. Í hesum tilboðnum er tað lagt í eitt, og vónin er, at tað skal menna bæði, sigur Hanus Joensen.

Úr øllum landinum
Tórshavnar Kommunuskúli er ein skúli í Tórshavnar kommunu, eins og heitið sigur, men kortini koma næmingar úr at kalla øllum Føroyum.
- Ja, eg dugi ikki heilt at siga hví tað er. Tað eru tey fótbóltsfólkini, sum standa aftan fyri hetta, sum hava latið tað seyrað út til feløgini og teir venjarar, sum eru í hesi deildini, og soleiðis er hesin hópurin samansettur, sigur Hanus Joensen.