Hoy stjóran í GreenIQ, Jóhan Fagraklett, greiða frá, hvussu GreenIQ reinsaði havnarlagið í Hirsthals, aftan á at flótidokkin hjá Hirsthals Yard koppaði.
Hann greiðir frá, at stjórin í Hirsthals Yard kendi til GreenIQ, tí at hann hevði sæð teir á messu og at teir hava tosað um at nýta skipanina á onkrum skipum. Av tilvild var eitt reinsianlegg statt í Hirsthals, sum tí kundi setast á uppgávuna.
- Teir høvdu roynt at súgva við slamsúgvara, men tá kemur jú næstan bara vatn upp. Tì vildu teir royna okkurt annað, sigur Jóhan Fagraklett.
Hann sigur, at tað tykist, sum fólk eru eitt sindur afturhaldin við at keypa eitt anlegg frá GreenIQ, men hann vónar, at hendan hendingin fer at hjálpa.
- Vit rokna við, at hetta fer at gera mun. Tað virkar, sum tey eru eitt sindur bangin, tá talan er um føroyska vøru. Kanska tey skilja, at hetta er ikki nakað garasjubiks longur, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna við Jóhan Fagraklett.










