Í januar mánað settu hotellini í Føroyum met, tí ongantíð áður hava so nógv fólk gist á hotellum ein janur mánað, sum í ár. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at í januar høvdu hotellini slakar 7.700 gistinætur. Tað eru næstan 800 gistinætur fleiri enn í januar í fjør, og tað svarar til ein vøkstur upp á 11 prosent. Hetta er samstundis met fyri ein januar mánað, sigur Hagstovan.
Persónsgistinætur telja, hvussu nógv fólk gista á hotellum, og hvussu leingi tey gista. Gista 10 fólk á hotelli í tríggjar dagar, eru hetta sostatt 30 gistinætur.
Men uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at tað er Havnin, sum fer við øllum, tí heili 91 prosent av øllum gistingunum vóru á hotellunum í Havn. Men tað eru kortini fýra prosent færri enn sama mánað í fjør.
Í januar áttu føroyingar 48 prosent av gistináttunum. Tað eru fimm prosent lægri enn í sama mánað í fjør. Ferðafólk úr Danmark, og ferðafólk úr øðrum londum enn Danmark, áttu ávikavist 31 og 21 prosent.
Sí talvuna niðan fyri
##med2##
Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 24 prosent av kømrunum vóru brúkt í januar. Tað er næstan tað sama sum í januar í fjør, tá ið 22 prosent av kømrunum vóru brúkt.












