Tað er nógv hýsa á Føroyabanka, og nú er eisini rættiliga farið at bragda við toski. Bæði fiskasløgini eru væl fyri, og toskurin er sera feitur. – Hetta eru tey positivastu tekini, vit hava sæð á Bankanum í nógv ár, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur.
Havrannsóknarskipið Magnus Heinason hevur verið á Føroyabanka og gjørt árligu heyst yvirlitstrolingarnar, og tey góðu tíðindini eru, at nú sær munandi betri út á Bankanum, enn tað hevur gjørt í nógv ár.
Teir komu aftur av Føroyabanka týsmorgunin. - Vit gjørdust ógvuliga væl nøgd, tá vit sóu henda toskin, og yvirlitstrolingarnar hesaferð góvu nógv meira av toski, enn vit hava sæð seinastu nógvu árini.
Petur Steingrund vísir á, at skal toskurin á Føroyabanka koma fyri seg aftur, mugu vit onkuntíð síggja eina framgongd, og hendan er ikki sædd í fleiri ár – ikki fyrr enn nú, sigur hann.
Tað, sum ikki minst gleðir fiskifrøðingin, er, at toskurin á Bankanum er spikafeitur, og føðin er nebbasild.
Yvirlitstrolingarnar, sum Magnus Heinason fyrr í heyst gjørdi á landgrunninum, vístu annars, at toskurin var óvanliga rak, og hýsan var heldur ikki væl í holdum – alt tekin um, at toskur og hýsa hava trupult við at finna nógmikið av føði á landgrunninum.
Men, eftir øllum at døma eru náttúruviðurskiftini á Føroyabanka í løtuni munandi betri enn á landgrunninum annars – hvør so orsøkin kann vera til tað.
Petur Steingrund sigur, at líkindini á túrinum hjá Magnusi Heinason á Bankanum hesaferð vóru góð, og tað eydnaðist at taka tær 29 trolstøðirnar eftir lutfalsliga stuttari tíð.
Hann sigur, at tá Magnus Heinason gjørdi heyst yvirlitstrolingar um hesa tíðina í fjør, fingu teir tilsamans 431 kilo av toski á Føroyabanka, men hesaferð var samlaða toskanøgdin - á somu trolstøðum - 2347 kilo, sum sjálvandi er ein stór øking.
- Taka vit nøgdina, vit fingu í yvirlitstrolingunum hesaferð, skulu vit heilt aftur til 2003 fyri at finna størri virði. Áður søgdu vit, at eitt minimun virði á Bankanum helst skuldi vera 100 kilo fyri hvønn troltíma, og í yvirlitstrolingunum hesaferð komu vit so upp á 80 kilo fyri hvønn troltíma.
Hann leggur aftrat, at meginparturin av toskinum, sum Magnus Heinason fekk í yvirlitstrolingunum hesaferð, var 2015-árgangurin. Hetta er toskur, sum liggur um einar 80-85 sentimetrar til longdar og vigar eini 6-7 kilo.
Fiskifrøðingurin vísir á, at árið 2015 var hitt fyrsta síðan umleið 2004, at nakað serligt sást til toskalarvur á Bankanum.
Spurdur, um teir á túrinum við Magnusi Heinasyni hesaferð sóu nakað til aðrar árgangir, sum kunnu vera á veg, sigur Petur Steingrund, at tey sóu nakrar einstakar toskar - einar tríggjar í tali - sum vóru minni enn 30 sentimetrar.
- Men, vanligt er á slíkum túri ongan slíkan tosk at fáa. So, kanska er hetta eitt ávíst tekin um, at onkur árgangur er á veg, tó at vit enn hava sæð lítið til tað, leggur fiskifrøðingurin aftrat.
Tá Havstovan fyrr í heyst gjørdi sínar regluligu yvirlitstrolingar á landgrunninum, vísti tað seg, at tað var nakað minni av hýsu at síggja, og hetta gjørdi fiskifrøðingin eitt sindur ovfarnan.
##med2##
- Tað hevur verið ein øgilig rúgva av hýsu í ymiskum støddum at sæð seinastu 2-3 árini, og tí kom tað eitt sindur óvart á, at yvirlitstrolingarnar á landgrunninum hesaferð góvu minni av hýsu. Vit høvdu í minsta lagi væntað, at nøgdirnar vóru tær somu í ár sum í fjør.
Petur Steingrund sigur, at støðan við hýsuni á Føroyabanka er júst hin sama sum í fjør.
- Her er framvegis ein rúgva av hýsu í ymiskum støddum, og yvirlitstrolingarnar í heyst góvu júst sama úrslit sum fyri einum ári síðan – ella umleið 1200 kilo fyri hvønn troltíma, sigur fiskifrøðingurin.
##med3##