- Hetta er besta landsliðið nakrantíð

Tað sigur mest skorandi leikarin nakrantíð á føroyska landsliðnum, Rógvi Jacobsen

Undankappingin til HM 2018 í Russlandi fer av bakkastokki í kvøld, tá ið Føroyar á heimavøllinum á Tórsvølli tekur ímóti Ungarn. Talan er um eitt sterkt mótstøðulið, ið spældi seg til áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum í summar.

 

Vit hava prátað við klaksvíkingin Rógva Jacobsen, sum hevur góðar vónir til dystin í kvøld. Í sínari tíð spældi Rógvi Jacobsen 53 landsdystir fyri Føroyar, har hann skoraði 10 mál. Sostatt er Rógvi Jacobsen mest skorandi leikarin á føroyska landsliðnum nakrantíð.

 

Rógvi Jacobsen sigur, at hóast vónirnar eru góðar, so skulu føroyingar ansa eftir, at teir ikki fáa ein frammaná.

 

- Soleiðis sum landsliðið hevur spælt seinastu tíðina, so havi eg góðar vónir. Hóast tað ikki altíð hevur eydnast at fingið stig, so hava úrslitini hjá landsliðnum verið góð. Hóast vónirnar eru góðar, so skulu vit minnast til, at Ungarn langt í EM-endaspælinum í summar. Tað hevur ofta verið eyðkent fyri landsliðið, at tá vit vænta nógv, fáa vit ein frammaná. Hetta skal føroyska liðið ansa eftir í kvøld, sigur Rógvi Jacobsen.

 

Hann heldur, at tað ber til hjá landsliðnum at fáa fleiri stig enn í síðstu undankapping, tá ið føroyingar eftir tveir sigrar ímóti Grikkalandi fingu seks stig. 

 

- Tað ber avgjørt til. Um tað ber til at vinna tvær ferðir ímóti Grikkalandi, so kunnu vit eisini vinna ímóti hinum liðunum, sum vit eru í bólki við. Tað var flott av landsliðnum at vinna seks stig í farnu undankapping, so møguleikin er har at vinna fleiri. Men tað kann jú eisini henda seg, at landsliðið bara fær eitt stig. Tað veldst um, hvussu liðið handfarir ymsu dystirnar, hvussu liðið er fyri og hvørjir leikarar eru við, sigur Rógi Jacobsen víðari.

 

Landsliðstoppskjúttin er ikki í iva um, at landsliðið í dag er besta landsliðið, sum føroyingar nakrantíð hava havt.

 

 

- Hetta landsliðið er tað besta nakrantíð. Landsliðið í dag er støðugt og megnar at spæla undirhaldandi fótbólt. Tað sæst, at tað er ein ætlan við spælinum, og vit hava nógv álop og skapa góðar kjansir. Landsliðið er nógv betri við í dystunum enn fyrr og tora betri at hava bóltin, sigur Rógvi Jacobsen avgjørdur.

 

Hann heldur tað eisini hava stóran týdning, at tað eru so nógvir útisetar á landsliðnum.

 

- Hetta góða landsliðið er eitt úrslit av, at nógvir spæla uttanlands, og at leikararnir eru farnir tíðliga uttanlands. Fleiri á dagsins landsliði eru farnir uttanlands sum 16-17 ára gamlir, og tað hevur havt rættiliga nógv at siga. 

 

At enda slapp Rógvi Jacobsen ikki undan at tippa úrslitið av dystinum í kvøld.

 

- Tað hevði verið stuttligt við einum javnleiki. Eg tippi 1-1.