Hetta er besta avgerð eg havi tikið

Iris Thomsen úr Sandvík hevur skift hest og tekur nýggja útbúgving í Skotlandi

Iris Thomsen úr Sandvík hevur í næstan 13 ár búð í Skotlandi. Hon fór av fyrstan tíð til Aberdeen at lesa, og har hitti hon ein skotskan mann, sum hon eigur tvey børn saman við. Tey búgva í lílta býnum Oldmeldrum stutt uttanfyri Aberdeen.

Iris tók útbúgving sum havlívfrøðingur, men nú er hon farin í holtur við eina heilt aðra útbúgving.

– Tá ið eg var yngri, var dreymurin at gerast ljósmóðir, men mær dámdi eisini alt, sum hevur við havið at gera, so eg haldi altíð, at tað hevur verið meiningin, at eg skuldi gera bæði, sigur Iris Thomsen við Sosialin um vikuskiftið.

– Eg byrjaði at tosa við James um hetta í 2018, og tá hann spurdi meg, hví eg ikki bara fór at lesa til ljósmóður, fann eg allar hugsandi umberingar fyri ikki at taka eina nýggja útbúgving, men hann hjálpti mær at rudda forðingarnar av vegnum, sigur hon.

– Eg gjørdi tí álvara av tí og fór undir at lesa til ljósmóðir á Robert Gordon University í Aberdeen í 2019. Tað er ein tann besta avgerðin, eg havi tikið í lívinum. Tað kann vera hart at balansera familju, lesnað og annað, men tað gerst lættari av, at eg geri nakað, sum eg veruliga elski. Familjan hjá James býr her á leiðini, og vit búgva sera nær hansara foreldrum, sum hava hjálpt okkum sera væl. Vit hava eisini kenningar og aðra familju í nánd, sigur hon.

Longri samrøða við útisetan Iris Thomsen kann lesast í Vikuskiftis-Sosialinum.