Hetta er beinleiðis skeivt

Eitt valagn upp undir løgtingsvalið er, at arbeiðsvikan skal styttast- men nógv hava heilt skeiva uppfatan av støðuni, sigur Arbeiðsgevarafelagið

Upp undir løgtingsvalið 8. desembur, eru tað summir politikarar, sum fara til val upp á, at arbeiðsvikan skal styttast niður í 37 tímar. Í summum førum verður arbeiðstíðin í Danmark brúkt sum fyrimynd.

 

Men í Føroya Arbeiðsgevarafelg siga tey, at hjá nógvum byggir hetta á eina skeiva uppfatan av støðuni í Danmark. Í roynd og veru er lítil og eingin munur á arbeiðsvikuni í Føroyum og Danmark, siga Arbeiðsgevararnir.

 

– Tað ber illa til at sambera arbeiðsvikuna í Føroyum og Danmark, uttan at hyggja eftir effektivari arbeiðstíð, altso hvussu arbeiðstíðin er, uttan matarsteðgur og kaffisteðgir. Í Danmark er arbeiðstíðin, sum heild, 37 tímar, umframt steðgir, og í Føroyum er hon 40 tímar við matarsteðgi og kaffistøðgum.

 

Arbeiðsgevararnir siga, at hesi seinastu árini eru sáttmálarnir, soleiðis, at í flestu førum eru matarsteðgirnir við í teimum 40 tímunum, arbeiðsvikan er. Harafturat hava tær flestu fyritøkurnar ta siðvenju tær geva starvsfólkum løn fyri ein, ella tveir, kaffisteðgir um dagin.  

 

Er ein matarsteðgur 20 minuttir og ein kaffisteðgur 15 minuttir við løn, er tann effektiva arbeiðsvikan 37 tímar og 5 minuttir um vikuna. Er ein matarsteðgur og tveir kaffisteðgir, er effektiva arbeiðsvikan 35 tímar og 50 minuttir um vikuna.

 

Arbeiðsgevararnir vísa eisini á, at fleiri arbeiðspláss hava ein løntan døgurðasteðg upp á halvan tíma um dagin, og tá verður effektiva arbeiðtíðin uppaftur styttri.

 

Arbeiðsgevararnir siga, at á tí privata arbeiðsmarknaðinum hava teir flestu løntakararnir sostatt ikki eina effektiva arbeiðsviku upp á 40 tímar, tí tá eru matarsteðgir, og kaffisteðgir, taldir upp í. Verða teir ikki tað, er arbeiðsvikan longu umleið 37 tímar um vikuna - ella styttri.

 

Í útflutningsvinnuni er vanligt at hava ein løntan matarsteðg umfram, í minsta lagi, ein løntan kaffisteðg, leggja tey afturat.

 

Arbeiðsgevararnir halda, at tí er tað umráðandi at spurningurin um arbeiðstíð og arbeiðsvikuna í Føroyum, verður viðgjørdur væl og virðiliga í samráðingum ímillum tað almenna og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn nakrar broytingar verða gjørdar.