Í okkara eygum, er tað beinleiðis forhánisligt at kalla hetta eina bagatell.
Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Landsstýrið ætlar at broyta dagpeningaskipanina, so at starvsfólk, sum verða sjúk, skulu ikki vísa læknaváttan ta fyrstu vikuna, tey eru sjúk.
Landsstýrið væntar ikki, at hetta fer at fáa stórvegis ávirkan, og tað verður kallað eitt bagatellmark.
– Í okkara eygum er tað beinleiðis forhánisligt at kalla hetta eitt bagatell, sigur Arbeiðsgevarafelag í sínum viðmerkingum til uppskotið
Teir eru nevniliga púra vísir í, at sleppa starvsfólk frá at vísa læknaváttan ta fyrstu vikuna, tey eru sjúk, fara tað at vera nógv fleiri sjúkrameldingar.
Arbeiðsgevarar rinda fyri fyrsta og annan sjúkradagin hjá fólki og teir eru vísir í, at hetta fer at økja talið á fráboðanum til dagpengaskipanina, og hvørja ferð rakar tað arbeiðsgevarin, sum fær rokning frá dagpeningaskipanini fyri 1. og 2. sjúkradagin, sigur arbeiðsgevarafelagið
– Tað verður sostatt arbeiðsgevarin, sum í hvørjum tí einasta føri verður raktur av linkaða kravinum
Og sostatt fara útreiðslurnar hjá arbeiðsgevarunum at hækka.
– Hetta kann hava við sær, at persónar, sum eru ofta og nógv sjúkir, eru í størri vanda fyri heilt at missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, so fyri at fáa dagpenging, eigur tað tí altíð at vera ein treyt, at persónar skulu prógva, at teir eru sjúkir, sigur Arbeiðsgevarafelagið.”
– Tað er eisini sannlíkt, at útreiðslurnar hjá Almannaverkinum fyri 3. til 7. dagin fara at hækka, leggja arbeiðsgevararnir afturat
– Tí eigur tað altíð at vera eitt krav fyri at fáa dagpening, at sjúka er váttað av lækna, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.