SKÁLA
22 ára gamli Pætur Dam Jacobsen var ógvuliga væl nøgdur sunnudagin. Tað var heldur ikki so løgið. Undan ferðini til Gøtu hevði hann ongantíð skorað mál í landskappingardysti í bestu deildini. Tá ið teir fóru undir brúsu í GÍ húsinum hevði hann skorað tvær ferðir og harvið átt sín stóra lut í, at Skála hevði fingið trý stig.
- Hetta var bara super. Vit arbeiddu væl saman, og sjálvandi var tað ikki verri, at tað eydnaðist mær tvær ferðir at vera málskjútti.
Fyrra málið minti nógv um tað hjá Hanusi Thorleifsson í Klaksvík?
- Eg haldi hansara mál var betri. Bólturin kom út frá, eg tamdi við høgra og royndi við vinstra. Ferðin var ikki so stór, men bólturin fór umvegis stólpan og í netið.
Og seinna málið?
- Innskifti Rói Jacobsen spældi til Jónhard, og tá ið hann legði til mín, var eg rættuliga einsamallur í brotsteiginum. Bogi Gregersen var eisini í brotsteiginum, men eg royndi móti málinum, og eg var heppin.
Hvussu trívst tú á Skála?
- Har er gott at vera. Fólkið er fitt, og venjingarnar eru góðar og væl skipaðar. Í fleiri dystum hava vit havt marginalirnar við okkum. Hvussu tað fer at hilnast valdast um, hvussu tað fer at roynast næstu ferðirnar, tá ið vit skulu spæla móti toppliðunum.
Hvussu bar tað til, at tú flutti inn á Skála at spæla?
- Eg havi havt tað gott á Argjum, men mær longdist eftir at royna at spæla 1. deildarfótbólt. Tí valdi eg at royna á Skála, og tað havi eg avgjørt ikki iðrað meg um, sigur Pætur Dam Jacobsen, sum skoraði tvær ferðir í Gøtu sunnudagin.