Støðan viðvíkjandi forskúlum í Føroyum, er bara ein forsmakkur upp á, hvussu tað verður um so er, at kommunurnar fáa fólkaskúlan at umsita, soleiðis sum fleiri politikarar vilja.
Tað heldur Herálvur Joensen, formaður í Lærarafelagnum, í Skúlablaðnum í morgun.
Hann sipar til, at ein kunngerð um forskúlar hevur verið á veg í fleiri ár, men enn er onki hent.
- Mentamálaráðið darlar aftaná í maktarloysi og dirvisloysi, staðfestur formaðurin í Lærarafelagnum.
Men hann heldur, at ein orsøk til hetta, er, at kommunurnar vilja ikki vita av forskúlum, tí tað eru tær, sum skulu gjalda.
Kommunurnar halda, at hetta er at leggja seg út í kommunuviðurskifti, og tað vilja tær ikki góðtaka.
- Tað er ikki nóg góð umbering fyri, at alt bara steðgar upp, sigur Herálvur Jacobsen.
- Hetta er ein forsmakkur upp á, hvussu tað verður, um kommunurnar yvirtaka fólkaskúlan. Tað eru sannlíkindi fyri, at kunngerðir og rundskriv úr Mentamálaráðnum verða møtt av einum múri av kommununum, sum fara at siga, at vit valda, tí vit gjalda.
- Vit kunnu øll ímynda okkum, hvussu skilið verður tá, sigur Herálvur Jacobsen.
Hann heldur eisini, at nú slepst ikki undan at reisa spurningin á Løgtingi, um vit skulu hava forskúla, ella ikki










