Eftir lógini um barnavernd verður harðskapur ikki góðtikin undir nøkrum umstøðum. Tað staðfestir Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum. Hann sigur, at hetta hava barnaverndirnar eftirlit við og tí heldur hann ikki, at tað er neyðugt at herða lógina.
Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur reist spurningin um barnavernd á Løgtingi, og í hesum samband hevur hann spurt landsstýrismannin um nøkur ætlan er um, at herða lógina um barnavernd, so at tað verður staðfest, at harðskapur undir ongum umstøðum verður góðtikin.
Hann sigur, at hann veit um eitt ítøkiligt mál, har ein fosturpápi hevur drigið fosturbarnið eftur oyrunum upp á loft og inn á kamarið. Løgreglan staðfesti, at tað var hent fleiri ferðir, men av ymsum tekniskum áðum varð eingin ákæra reist ímóti fosturpápanum. Úrslitið var, at fosturbarnið varð ikki tikið frá fosturforeldrunum. Tvørtur ímóti var fosturpápin sendur til sálarfrøðing fyri at læra at hava tamarhald á sær sjálvum.
Hetta vóru tinglimir forfardir um. Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, heldur, at tað er grátuligt og skammiligt at hoyra slíkt. Og hann heldur, at avgerðin at senda fosturpápan til sálafrøðing at læra at stýra sær, er púra óskiljandi, ístaðin fyri at taka barnið frá honum. Ber tað til at koma so langt út í einum rættarsamfelagið, sum okkara, spurdi hann.
Fleiri tinglimir halda, at vit eiga at hava eitt strangari eftirlit við hesum viðurskiftunum og tingfólk halda eisini, at hetta eigur ikki at vera ein spurningur um pengar. Bjarni Hammer heldur, at verður einki gjørt við slík mál er okkurt »ravruskandi galið« við skipanini og hann heldur, at tá ið tað er staðfest, at harðskapur var farin fram ímóti barninum, átti málið at vera tikið upp – hóast fosturpápin ikki varð ákærdur.
Sólvit E. Nolsø gjørdi púra greitt, at hann fer ikki at umrøða eitt einstakt mál. Hann hevur ikki varhugan av, at eftirlitið svíkur, men tá ið serlig mál taka seg upp, eiga tey at vera kannað. Hinvegin er hann sannførdur um, at tað er ikki lógini tað er galið við tí eftir henni verður harðskapur ikki góðtikin. Hinvegin ásannar, at umrøðan vísir, at løgtingslimir ivast í um alt riggar, sum tað skulu vit tryggja okkum. Men hann fer ikki at brúka eitt einstakt mál til at kolldøma eina heila skipan, segði hann.