– Tað er bæði pínligt og frekt at geva Bústøðum skyldina fyri, at bústaðarneyðin í Føroyum er so stór.
Tað sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum. Og tað sigur hann í aftursvari til Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing, og fyrrverandi formann í Búskaparráðnum, og Jørgen Niclasen, løgtingsmann fyri Fólkaflokkin, og formann floksins.
Teir hava báðir gjørt seg til talsmann fyri, at tað eru Bústaðir, sum gera bústaðarneyðina í Føroyum nógv størri enn hon átti at verið. Í hesum sambandi visa teir báðir á, at Bústaðir hevur ein stóran fyrimun, fram um tey privatu, tí Bústaðir fáa grundstykki fyri einki, ella í hvussu so er fyri lítið og einki.
Teir visa eisini á, at Bústaðir skulu bara forrentar 70 prosent av byggikostnaðinum, og teir visa á, at fáa tey privatu somu treytir, verður bústaðarneyðin loyst upp á onga tíð.
– Bústaðaneyðin er átrokandi og tørvurin á fleiri bíligum leigubústøðum er sera stórur, sigur stjórin í Bústøðum.
– At Johnny í Grótinum, og Jørgen Niclasen, lasta Bústøðum fyri at verða orsøkin til, at stórur mangul er á leigubústøðum, er pínligt og ein óhoyrdur frekleiki, sigur hann.
– Tað er frekt ímóti teimum fólkunum, sum eru í neyð av støðuni. Tað er frekt ímóti teimum 2.500, sum standa á okkara bíðilista, ímóti teimum 262 húskjunum sum búgva hjá okkum, og ímóti Bústøðum, byggivinnuni, kommununum og landinum sum heild, sigur hann.
– Tað er pínligt at Johnny í Grótinum, tilvitað, vil forbrongla veruleikan soleiðis. Sum fyrrverandi formaður í búskaparráðnum, man hann hava lisið okkurt á einum hægri lærustovni, og hann eigur at vita betri. Sum fyrrverandi formaður í búskaparráðnum átti hann eisini at havt eitt minstamát av vitan um, hvussu støðan er í okkara grannalondum, og hvørji tiltøk verða nýtt, tá ið marknaðarkreftirnar ikki røkka á mál.
– Eitt hevur Johnny í grótinum nokk skilt: Jú størri neyðin er, og jú størri munur er ímillum útboð og eftirspurning, jú størri eru møguleikarnir fyri ovurhonds stórum vinningi til privata initiativið. Uppgávan hjá Bústøðum er bara ein onnur og nógv størri, sigur Andras Róin.
Trýst HER og les, hvussu stjórin í Bústøðum vísur páhaldunum hjá Johnny í Grótinum og Jørgen Niclasen, aftur