Hetta er avtalubrot

Løgtingsmenn hava framvegis eina tænastumannaeftirløn, hóast avtalan var, at hon skuldi broytast, sigur Poul Michelsen.

Samgongan hevur júst lagt fram eina pensjónsnýskipan, sum broytir eftirlønina hjá flestu føroyingum. Í 2014 samtyktu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin at broyta eftirlønina hjá landsstýrismonnum, og ætlanin var, at hetta skuldi eisini gerast fyri løgtingsmenn.

 

Nú eru vit í 2017, men enn er eftirlønin hjá løgtingsfólki óbroytt, hóast allir flokkar eru sinnaðir at broyta hana. Teir bíða tó allir eftir formansskapinum í løgtinginum.

 

Poul Michelsen, formaður í Framsókn er púra greiður.

- Tað var ein greið avtala, at eftir at eftirlønin hjá landsstýrisfólkum bleiv broytt, skuldi farast undir at broyta eftirlønina hjá løgtingsfólkum. Eg dugi ikki at skilja, hví tað skal taka yvir tvey ár at gera hesa broytingina, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.

 

- Eg havi í fleiri ár heitt á Páll á Reynatúgvu og formansskapin um at broyta eftirlønina hjá løgtingsfólkum, eins og gjørt bleiv við eftirlønina hjá landsstýrisfólkum, sigur Poul Michelsen.

 

- Vit lovaður, at tá man broytti eftirlønina hjá landsstýrismonnum, var tað ein nátúrlig fyglja, at eftirlønirnar hjá løgtingsmonnum eisini skuldu broytast. Tað var ein greið avtala tá, og eg skilji als ikki, at har er nakað at ivast í, sigur Poul Michelsen.

 

Hann heldur, at um formansskapurin ikki leggur nakað fram, men súltar uppskotið, so eiga løgtingsmenn sjálvir at leggja eitt uppskot fram.

- Formansskapurin sigur, at teir arbeiða við tí, men eg veit ikki, hvat er so trupult at arbeiða við, at tað hevur tikið tvey og eitt hálvt ár. Eg haldi, at hatta er at loypa frá avtaluni um, at tá vit broyttu tað hjá landsstýrinum, skuldu tær hjá løgtinginum eisini broytast, sigur Poul Michelsen.

 

Les meiri um lønar- og eftirlønarviðurskiftini hjá bæði landsstýris- og tingfólkum í nýggjasta Vikuskiftissosialinum.