Graeme Fawcett tekur yvir sum stjóri í Atlantic Petroleum, tá Ben Arabo fer frá 1. desembur. Hetta er tó einans fyribils, boðar felagið frá.
Graeme Fawcett hevur drúgvar royndir í oljuídnaðinum, bæði í Evropa, Afrika, Asia og Australia og hevur arbeitt fyri feløg sum Total, Tullow Oil og Technip.
Birgir Durhuus, nevndarformaður í Atlantic Petroleum sigur, at nýggi stjórin skal meta um møguleikarnar hjá felagnum, millum annað um besta loysnin kanska er at selja felagið.
- Vit gleða okkum um at marknaðurin styrkist aftur og vit vóna at kunna fáa ágóðan av ríku royndunum hjá Graeme Fawcett, sigur hann.
Ben Arabo tekur við sum samtaksstjóri í Betri P/F.