Hetta er tað sama sum at geva tí privata vinnulívinum yvir 100 milliónir at válka sær í. Annika Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, var rættiliga hvassorðað á seinasta býráðsfundi, har býráðið viðgørdi eina ætlan frá meirilutanum um at byggja eina stórhøll í Havn. Ætlanin er at byggja eina høll fyri 218 milliónir, har býráðið skal rinda helvtina, og privata vinnilívið og grunnar, skulu rinda hin helvtina.
Býráðslimir í minnilutanum øtast um framferðina hjá meirilutanum. Á áðni skrivaðu vit, at Gunvør Balle sigur, at nú hevur meirilutin saboterað alt arbeiðið, sum eitt samt býráð annars hevur samtykt.
Les meiri um tað her: Hetta spreingir alt í luftina
Annika Olsen er líka forsyndað um framferðina. Hon vísir á, at ætlanin er at ein sjálvsognarstovnur skal gera og eiga, høllina og síðani skal eitt annað felag stovnast at reka hana.
Annika Olsen sigur, at tað merkir, at Býráðið skal seta yvir 100 milliónir í eina høll, uttan at hava ræðið á henni, tá ið hon er liðug. Hetta er sum at geva privata vinnulívinum 100 milliónir at válka sær í, sum hon málbar seg.
Hon sigur, at tað er neyðugt at hava púra greiðar reglur fyri, hvør hevur avgerðina um, hvat skal vera í høllini. Hvør slagið, tá ið ein altjóða stórdystur í hondbólki og ein stór søluframsýning, eru løgd at verða sama dag, spyr hon.
Hon sigur, at í einari slíkari verkætlan, má tað vera býráðið, sum situr við borðendan og hevur ræðið á høllini. Býráðið kann ikki skriva ein kekk upp á 109 milliónir, uttan at hava ræðið á høllini, sigur hon.
Minnilutin vísir á, at málið er als ikki viðgjørt í býráðnum. Annika Olsen helt fyri, her kemur býráðið sum ketta upp úr høvdatrogi og skrumblar eitt mál ígjøgnum, uttan at tað er viðgjørt, sum tað eigur at vera viðgjørt skipanini hjá býráðnum.
Hon spyr, hvussu býráðið ætlar sær at fáa privatar fyritøkur, og grunnar, seta pening í eina verkætlan fyri 218 milliónir, uttan at hava eitt greitt svar upp á ognarskapin til hølllina, og, hvør skal hava ræðið á høllini. Tað eru heldur ongar fyrireikingar gjørdar til høllina, staðfesti Annika Olsen og hon spyr um tað er nøktandi fyri ítróttrfeløgini, at tey ikki hava hoyrt eitt orð um ætlanina.
Samstundis vísir hon á, at meirilutin hevur heldur ikki fígging til tær 109 milliónurnar, sum býráðið skal seta í høllina. Og nú fer av álvara at sansa at hjá meirilutanum. Tað, sum nú liggur fyri framman hesi næstu heilt fáu árini, eru 109 millonir til stórhøll, 200 milliónir langhyl, 150 – 200 til ellisheim og 200 milliónir til innkomuvegin til Havnar.
– Hvar skulu pengarnir koma frá til eldradepil í Kollafirði og til at byggja dagstovnaøkið út fyri, spyr Annika Olsen. Sjálv ivast hon ikki í, at Tórshavnar Býráð noyðist at taka lán upp á upp ímóti 200 milliónir fyri at hava ráð til alt tað, sum liggur fyri framman.
Hon vísir, at annars hevur ætlanin verið at bygt eina høll fyri 120 milliónir, men nú kostar hon næstan tað dupulta. Men tann stóri munurin er eisini, at tá var ætlanin, at býráðið skuldi hava ræðið á høllini, men tað frásigur meirilutin sær, sigur Annika Olsen.
Vit hava meiri um eina løtu.