GÍ veteranurin Magni Jarnskor helt, at úrslitið var at liva við.
- Vit áttu at havt lagt okkum framum við einum ella tveimum málum. Men vit vóru ikki nóg avgjørdir frammanfyri málinum, og Jens Martin Knudsen stóð seg sera væl. Hann var eisini heppin, tá ið Gunnar Nielsen rakti í høvdið á honum, heldur Magni Jarnskor.
Veteranurin heldur, at tá ið teir ikki megnaðu at gera mál, tá ið teir høvdu yvirvág og málmøguleikar, so kunnu teir ikki vera annað enn nøgdir, at tað kortini eydnaðist at fáa eitt mál og eitt stig. NSÍ var omaná góða løtu í 2. hálvleiki, og tá høvdu teir møguleikar at gera fleiri mál enn tað eina, sum teir fingu. Tá ið vit so koma afturíaftur og fáa mál í yvirtíðini, so kennist tað næstan sum um, at vit vunnu eitt stig í staðin fyri at missa tvey, heldur Magni Jarnskor.