- At bjóða okkum eina eina lønarhækking upp á 220 krónur um mánaðin, er at halda okkum fyri gjøldur.
Tað heldur Maud Vang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum.
Men kortini var tað hetta, sum varð úrslitið av drúgvu semingsroyndini ímillum Pedagogfelagið, Lærarafelagið, Starvsmannafelagið og Havnar Arbeiðskvinnufelag, øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.
Í morgun avgjørdi Pedagogfelagið av tí sama at fara í verkfall sum byrjar klokkan sjey í morgin árini.
Verkfallið fær víðfevndar avleiðingar, tí tað hevur við sær, at tá verða allar vøggustovur, allir barnagarðar frítíðarskúlar og ungdómshús kring landið latin aftur.
Somuleiðis leggja stuðlar í fólkaskúlanum arbeiðið niður og á bústovnum, sambýlum og vardum verkstøðum kring landið, verður virksemið nógv skert.
Maud Vang Hansen sigur, at Pedagogfelagið fer kortini at viðgera tær umsóknir um undantaksloyvi, sum koma, at forða fyri, at støðan ikki verður óforsvarlig á nøkrum stovni.
Hon hugsar her um bústovnar til fólk við serligum tørvi o.s.fr.
Tilsamans eru 2000 limir í Pedagogfelagnum og sostatt er tað størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Umframt pedagogar, telir limaskarin eisini hjálparfólk og leiðarar.
Men av teimum eru einir 100 limir tænastumenn og teir verða ikki raktir av verkfallinum.
Fingu onki
Maud Vang Hansen sigur, at tað, sum stóð Pedagogfelagnum í boðið, var ein lønarhækking upp á 220 krónur um mánaðinn til tey, sum høvdu eina lægri løn enn 30.000 krónur um mánaðin.
Síðani minkaði lønarhækkingin so líðandi til tey, sum fingu 50.000 krónur um mánaðin, skuldi onga lønarhækking fáa.
Tilsamans var talan um eina lønarhækking upp á ímillum 1,19% og 0,6%.
Hetta, tí at skipanin við fløtum skatti er ein lønarhækking í sær sjálvum, tvíheldur Fíggjarmálaráðið um.
- Lægstu lønirnar í Pedagogfelagnum eru 18.000 krónur og tær hægstu eru 33.500 krónur.
- Flestu limir felagsins arbeiða tó niðursetta tíð og fáa tí væl minni útgoldið um mánaðin.
- Sostatt verður tað kravt av okkum, at vit eisini skulu taka støðu til lønarbólkar, sum liggja langt uttan fyri okkara limaskara og tað halda vit er ósakligt, sigur forkvinnan í Pedagogfelagnum.
Hon leggur afturat, at í veruleikanum merkir hetta, at limirnir í Pedagogfelagnum skulu hava minni at liva fyri, tí príshækkingin í samfelagnum er størri enn so.
- Tað er at halda okkum fyri gjøldur, sigur hon.
Ein tíma um vikuna
Hon leggur afturat, at upprunaliga kravdu fakfeløgini eina lønarhækking upp á 3,5% um árið í tvey ár.
Hon vísír á, at í fjør hækkaði prístalið 2,3%.
Pedagogfelagið vil heldur ikki hoyra talan um, at knýta skattaskipanina upp í samráðingarnar og somuleiðis vil felagið heldur ikki góðtaka, at lønarhækkingin verður ymisk til ymsar lønarbólkar.
Men tað, sum av álvara fekk bikarið at flóta yvir, var, at pedagogfelagið hevur kravt, at pedagogar á ymsum stovnum, skulu fáa minst ein tíma um vikuna til fyrireiking.
- Semingsmenninir hava greitt okkum frá, at tað var eitt mistak, at hetta ikki kom við í semingsuppskotið.
- Men Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kravdu, at borðið fangaði og vildi ikki góðtaka, at semingsuppskotið varð rættað, sigur Maud Vang Hansen.
Hon sigur, at tískil eru Pedagogarnir fyri grovum vanbýti, tí allir fakbólkar, sum líkast pedagogum, hava fyrireikingartíð.
At enda hava arbeiðsgevararnir kravt, at hereftir skal Pedagogfelagið ikki longur fáa avrit av hoyringsskrivum, tá ið ætlanin er at siga fólki upp.
- Hetta góðtaka vit heldur ikki, tí hetta er eitt álop á trygdina hjá starvsfólki við tað, at so kunnu arbeiðsgevarar siga fólki upp, uttan at vit fáa nakað at vita um tað, sigur Maud Vang Hansen.
Nú hava politikarar víst á, at samfelagið er í kreppu við stórum halli á fíggjarlógini og at fakfeløgini mugu vísa samfelagssinni. Eiga tit ikki tað?
- Tað passar, men so kundu politikarar eisini latið vera við at veitt teimum ríkastu skattalætta.
Og nú er so meiningin, at vit skulu onga lønarhækking fáa fyri at fíggja hendan skattalættan, sum vit annars ongan ágóða fáa av, og tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur Maud Vang Hansen.
Lærarar góðtaka semingsuppskotið
- Semjan er vánalig, men hon er ikki so vánalig, at tað er vert at fara í verkfall.
Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, segði í morgum, at lærararnir fara at góðtaka semingsuppskotið.
Kortini vilja teir hava onkrar broytingar.
Men hann sigur, at talan er bara um smávegis broytingar, so hann væntar ikki, at tað verður nakar trupulleiki.
Men sum støðan er nú, fara lærararnir at góðtaka semingsuppskotið, hóast tað er vánaligt.
- Vit svølgja tað, tí vit halda kortini ikki, at tað er so vánaligt, at vit eiga at fara í verkfall fyri tað, sigur formaðurin.
Hann ivast eisini í um lærararnir høvdu tikið undir við einum verkfalli.
Annars kunnu lærararnir ikki fara í verkfall uttan víðari, tí teir skulu fráboða tað í minst ein mánað frammanundan.
Tað merkir, at skulu lærararnir í verkfall, skal tað fráboðast í morgin og so kunnu teir fara í verkfall 1. mars.
Men formaðurin segði í morgun, at tað er onki í bendir á, at ein slík fráboðan kemur.
Bíða til í morgin
Eitt av feløgunum í fakfelagssamstarvinum, sum er í sáttmálatrætu við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, er Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Men tey fara ikki at taka støðu til nakað verkfall fyrrenn í morgin, sigur Vígdis Johannesen, forkvinna.
Hon sigur, at tey hava svarað eini umbøn um at hittast til fundar í morgin og tað hava tey góðtikið.
Sostatt skal Havnar Arbeiðskvinnufelag á fund við arbeiðsgevararnar í morgin og ongin støða verður tikið til semingsuppskotið fyrrenn eftir tann fundin, sigur forkvinnan.
Hinvegin skuldi Starvsmannafelagið á fund við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið seinnapartin og úrslitið av tí fundinum var ikki greitt, tá ið blaðið fór til prentingar.










