Á tíðindafundi fyri løtu síðani kunngjørdi Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hvørji fólk skulu manna nevndina, ið skal orða nýggja fiskivinnupolitikkin.
Sum in.fo skrivaði í gjár, so verður tað Johnny í Grótinum, ið verður formaður í bólkinum, meðan Hans Ellefsen verður næstformaður.
Aftrat sær hava teir eina blanding av fólkum, ið umboða fakligar royndir og vinnuna.
Fyri vinnuna eru Herálvur Joensen, stjóri og løgfrøðingur, Árni Dam, skipari og vinnulívsmaður, og Egil Olsen, fiskivinnuráðgevi og fiskivinnufrøðingur, meðan Kristina Samuelsen, løgfrøðingur, Eydna í Homrum, fiskifrøðingur, Unn Laksá, granskingarleiðari og ph.d. Í stjórmálafrøði, og Malan Johannesen, deildarileiðari, kunnu sigast umboða fakligu vitanina.
Aftrat hesum er eitt skrivaratoymi knýtt at arbeiðsbólkinum. Tey eru Herit V. Albinus, handilsskúlalærari og búskaparfrøðingur, Jens Helgi Toftum, fulltrúi og fiskivinnufrøðingur, og Rúna F. Guttesen, fulltrúi og løgfrøðingur.

Hetta er arbeiðsbólkurin hjá Høgna





