Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, skal nú greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur fyri at bøta um starvsfólkatrotið í eldrarøktini. Hann skal eisini greiða frá um nøkur ætlan er at broyta útbúgvingina soleiðis, at tey, sum eru undir útbúgving, fáa løn samstundis sum tey læra.
Tað er Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, sum nú reisir spurningin. Hon vísir á, at Búskaparráðið hevur roknað seg fram til, at hesi næstu 10 árini fara tað at mangla 700 starvfólk á almannaøkinum, heilsuøkinum, eldraøkinum og á dagstovnaøkinum. Og hon vísir á, at av hesum verður tað eldraøkið, sum verður harðast rakt-
– Støðan hjá heilsuhjálparunum er als ikki nøktandi. Høgtøl frá í juni í fjør, vísa, at miðalaldurin á heilsuhjálparum er 50 ár, og til samanberingar kann nevnast at í februar í 2019 var hann 47 ár.
Samstundis eru nógv teir flestu heilsuhjálpararnir ófaklærdir. Av teimum 224 heilsuhjálparunum í Suðurstreymi, eru heili 129 ófaklærd, meðan 95 eru faklærd. Til samanberingar kann nevnast, at í VEKS samstarvinum eru tað 36 faklærd og 16 ófaklærd og í Nánd samstarvinum eru tað 40 faklærd og 22 ófaklærd.
Somuleiðis vísa hagtøl, at av teimum íalt 549 heilsuhjálparunum, ið arbeiða meiri enn 59 tímar um mánaðin, eru tað 247 starvfólk, ið eru í aldrinum 41-60 ár.
Annika Olsen vísir eisini á, at í Íslandi hava tey stytt arbeiðsvikuna hjá teimum, ið arbeiða í skiftandi vaktum. Í Íslandi er full arbeiðsvika nú 32 tímar. Hetta er gjørt sum ein liður í at bøta um viðurskiftini hjá hjá hesum starvsbólkum og hon spyr eisini Jenis av Rana um nøkur ætlan er um at stytta arbeiðsvikuna her heima.
– Gongdin í Føroyum er alt annað enn nøktandi, og tí er tað í tøkum tíma, at nakað munagott verður gjørt við starvfólkaavbjóðingarnar á eldraøkinum, sigur Annika Olsen.











