Hetta er als ikki ílagi

Hendan samgongan er dottin í somu grøv, sum hon átalaði undanfarnu samgongu fyri

Arbeiðslagið hjá samgonguni er als ikki ílagi.

 

Tað halda bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið. Og tað, tey eru ónøgd við, er, at tá ið samgongan arbeiðir við ymsum lógaruppskotum, er freistin, avvarðandi partar fáa at gera viðmerkingar til tey, alt ov stutt.

 

Hetta var annars nakað tinglimir í hesi samgonguni mangan átalaðu undanfarnu samgongu fyri tá ið tann tíð var, men tú er hendan samgongan so dottin í somu grøv.

 

Beint eftir, at hon tók við eftir valið í 2015, setti hon fleiri uppskot í gildi, har avvarðandi partar fingu onga, ella ógvuliga avmarkaða tíð at gera sínar viðmerkingar.

 

Tað varð átalað tá, men umberingin var, at samgongan var í tíðarneyð, tí skuldu hon lukkast at seta ætlaðu lógirnar í gildi á nýggjárinum í 2016, vóru ikki stundir at senda tey til hoyringar.

 

Men enn er sama skilið, tí arbeiðsgevararnir, handverksmeistararnir og ráðgevararnir átalað framvegis samgonguna fyri at geva teimum ov stutt skotbráð at viðmerkja ymisk uppskot.

 

Í hesum sambandi hevur samgongan sent avvarðandi pørtum eitt uppskot um at broyta rúsdrekkalógina, so at bryggjarí sjálvi fáa loyvi til at innflyta ótynt ethanol til at gera brennivín burturúr.

 

Og eitt annað uppskot er um at tað bara skulu vera góðkendir installatørar, sum sum skulu fáa loyvi til at seta hitapumpur upp.

Í báðum førum var skotbráðið at gera viðmerkingar styttri enn tvær vikur.

 

Og hetta átala feløgini, tí tey siga, at tað er órímiligt at vænta, at tað skal bera til at útvega upplýsingar við so stuttari freist, við tí fyri eyga at koma við nóg góðum viðmerkingum.

 

Tey halda, at tað er skeivt at skunda mál ígjøgnum og teirra áskoðan er, at ber tað til at geva nóg langar hoyringsfreistir eiga uppskot heldur at bíða.