Undir samrøðuni við mammuna hevur Bjørt sitið og lurta við áhuga. Hon er eisini komin við viðmerkingum til ymiskt av tí, sum mamman hevur sagt.
Og Bjørt minnist væl til dagin, tá hon fekk CI ísett henda minniliga várdagin fyri tveimum árum síðani.
Tann fyrsta dagin aftaná hevði eg nokkso ilt. Men so vandi eg meg við tað, sigur hon.
Tá ein fær eitt CI ísett, so verður tað ikki sett til beinanveg-in. Ein letur eina tíð ganga, fyri at sárið kann verða grøtt, áðrenn man setur tólið á staðið, har skurðurin hevur verið.
Ein mánað eftir ísetingina varð so eitt sera veikt ljóð sett til CIið á fyrsta sinni. Men hvussu virkaði tað uppá 9 ára gomlu Bjørt?
Eg bleiv heilt øgiliga kløkk, tá eg nú knappliga kundi hoyra aftur, minnist hon.
Ja, eg bleiv so kløkk at eg fór at gráta!
Tað gekk tó skjótt og væl at venja seg við hetta nýggja tólið, og í dag hevði hon ikki kunnað hugsað sær til eitt lív uttan hetta.
Superglað
Til tess at lætta um hjá henni í skúlanum hevur hon ein deyvalærara við í tímunum.
Uppgávan hjá deyvalæraranum er eitt sindur øðrvísi nú, tá Bjørt hoyrir sumt, men ikki alt, tí har er jú nógvur gangur í einum flokki. Og tað er júst í hesum, at tað ikki altíð er so lætt við einum CI, tí ikki bert talan, men eisini larmurin verður forsterkaður!
Í flokki sínum situr Bjørt mitt í flokkinum, og fær nógv við av tí, sum verður sagt, undirvíst og lisið upp.
Tað er sjálvandi best, tá tað er púra friðarligt inni í flokkinum, sigur Bjørt, og sum tí leggur stóra orku í at konsentrera seg um tað, sum hon hoyrir læraran siga, eins og hon lesur av rørslurnar í varrunum. Hon vil bara hava alt við!
Eftir skúlatíð er Bjørt eisini sera virkin: Hon gongur til fimleik, er við til frítíðararbeiði og hevur verið við í barnaarbeiðinum Kongsins Herlið saman við eini vinkonu.
Henni dámar eisini væl at svimja saman við hinum vinkonunum. Tá ger hon ikki mætari enn at taka hoyritólið av, og svimur, sum um einki annað var hent, enn júst tað at hon hesa løtuna ikki hoyrir nakað.
Jú, eg eri øgiliga glað fyri hetta hoyritólið - superglað!, sigur hon.
Eg hevði eitt annað hoyritól, tá eg var lítil. Men hetta hetta er 1000 ferðir betri, sigur Bjørt.